

Formaðurin í Tjóðveldi Høgni Hoydal hevði ikki eitt gott persónligt val. Hann fekk 760 atkvøður, bert eina meira enn næstvalda á listanum, sum var Bjørt Samuelsen. Hetta er um vit síggja burtur frá Sámal Petur í Grund, formann í Sjálvstýri sum fekk 265 atkvøður, og ikki kom inn á ting. Bert Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum fekk færri atkvøður enn Høgni Hoydal, hann fekk 721 persónligar atkvøður.
Ruth Vang úr Framsókn fekk 981 atkvøður, Bárður á Steig Nielsen fekk 1355 atkvøður, Beinir Johannesen fekk 1688 atkvøður og Aksel V. Johannesen, sum eisini var toppskorari á valinum, fekk 1961 persónligar atkvøður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo