Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur brúkt 7 mánaðar at finna eina loysn.

Millum mongu tómu endurtakandi lyftini hava verið:

  • Nú skal finnast ein loysn!

  • Nú skal ein broyting koma!!

  • Nú er ein loysn á veg!

  • Nú er arbeiðið lagt fyri politiska myndugleikan!

Nú hava vit 10. november og Høgni Hoydal hevur bara enn einaferð prógvað, at tað einasta, hann er garantur fyri, er heit luft.

Ein áheitan skal ljóða frá okkum á samgonguna, áðrenn alt fer fullstendiga út av kós í samfelagnum:

Vælsignaðu tit, leggið frá tykkum!

Í hesum døgum prógva tit ferð eftir ferð fyri Føroya fólki, at tit eru ikki uppgávuna búgvin - tit megna ikki at taka neyðugu avgerðirnar!

Nevndin í Unga Samband

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo