40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Hakin varð í dag settur í fyri nýggju høllini norðanfyri skúlan í Kaldbak. Talan er um eina 500 fermetra stóra høll, sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk.

Fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan, tá borgarstjórin Heðin Mortensen loysti fyrsta flagið. Umboð fyri kommunalu kaldbaksnevndina vóru eisini hjástødd.

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera arbeiðið, sum skal verða liðugt á sumri í 2024.

Kaldbaksfólk hava verið sera spent uppá høllina, sum verður eitt savningarstað í bygdini, sum bæði skal brúkast til ítrótt og onnur tiltøk, eitt nú skal skúlin brúka høllina og hartil verður høllin brúkt sum eitt slag av bygdarhúsi.

Á felagsmyndini síggjast Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, saman við umboðunum fyri kaldbaksnevndina, Johan Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo