Løgtingið samtykti í 2019 at gera 27. januar til almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp.
Í tí sambandi fara Vinafelagið Føroyar – Ísrael saman við ICEJ Føroyar at skipa fyri einum almennum Holocaust minningarhaldi leygardagin 27. Januar kl 16:00 í Lívdini í Hoyvík.
Á skránni verður m.a. sangur, violin framførsla, innsløg við myndum og filmsbrotum úr Ísrael frá 7.10.23 og fyrilestrar við Róland og Elsu í Skorini.
Øll eru hjartaliga vælkomin! Ein kaffimuður fæst eftir tiltakið!
Vegna fyriskiparnar
ICEJ Føroyar og Vinarfelagið Føroyar/Ísrael
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo