Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Langafríggjadag var vónarinnar frækorn gróðursett. Jesu deyði í okkara rúm og stað er jørðildi og rótfesti lívsins. Í valdandi myrkri og ómenniskjansligum umstøðum gekk Jesus í deyðan okkara vegna. Hann átók sær synd heimsins, og gjørdi sátt millum Guð, faðir sín, og menniskjað. Syndin er strikað, og mistøkini fyrigivin.

Ein dimman dag setti sólin á miðjum degi, og tað varð myrkt. Torførar umstøður vóru karmur um Jesu lív hansara seinastu dagar. Hann var hildin fyri spott, píndur og húðflongdur, svá lærusveinarnir høvdu fingið fráboðað.

Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Deyði Jesusar var ikki endin á øllum góðum. Heldur er talan um byrjanina til eina fullkomna frelsu, ið varð staðfest páskamorgun um sólarris.

Langafríggjadag fagna vit lívinum, tí júst henda dagin vann óndskapurin sín síðsta stórsigur og fekk banasár. Tað, ið líktist einum stórtapi, gjørdist ein sigur hjá Jesusi.

Langafríggjadag minnast vit og hugsavna okkum um prísin, ið Jesus hevur goldið til tess, at vit í trúnni á heilaga navn hansara kunnu hava lív í yvirflóð.

Vit drýpa høvur í tøgn og halda saman hendur. Vit syngja sorgarkvæði og gleða okkum til at syngja lívinum heiður og prís páskamorgun. Vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón eiga, tí vit eiga vónina í honum, sum doyði vára vegna.

Vit syrgja við vón og gleði, tí Jesus sum doyggjandi hveitikorn festi røtur í hjørtum várum. Soleiðis sæð eiga vit longu í dag í trúnni á sáttargerð hansara tað æviga lívið. Tað verður ikki minni livandi páskadag, tá ið uppreisnin av deyða og grøv verður staðfest í kirkjuárinum.

Hóast vit trúgva á Jesus og uppreisn hansara, eigur hin kristna kirkjan at hava dirvi til at hyggja inn í nútíðina og dvølja við dimmi, kvøl og myrkur. Tað er framvegis myrkur og óndskapur á jørðini. Tað ónda hevur mong ræðandi andlit, ið onkuntíð eru prýdd í vakurleika.

Langafríggjadag hava vit loyvi at dvølja við tað neiliga, uttan at tað skal skiljast sum knarr og misnøgd. Dagurin er søguliga dapur, tí Jesus var staddur í angist og svikin av teimum, ið fylgdust við honum, tá ið lívið smíltist og var tilvildar.

Hvør er avbjóðingin í okkara parti av heiminum? Hvar er neyðin í 2023 við atliti at tilveru og gerandisdegi fólksins? Hvar er óndskapurin í okkara samtíð?

Torført er at greina munin millum eina avbjóðing og óndskapin. Langafríggjadag royna vit at taka dagar ímillum hesi bæði fyribrigdini, hóast tað í báðum førum kann vera talan um líðing. Langafríggjadag minnast vit Jesu deyða, og deyði hansara er ein týðandi partur av bíbliusøguni.

Avbjóðingin í 2023 hevur javnan ligið á ljóði í fjølmiðlunum, tí politisku skipanini og kirkjunum. Avbjóðingin er eitt afturvendandi tema, tí orðini eru fleiri enn framstigini. Hóast ábøtur eru gjørdar, og batar eru framdir, er avbjóðingin t.d. henda:

- Børn og ung, ið hava tørv á sálarligari og likamligari hjálp. Hølisviðurskiftini og tilboðini eru ikki nøktandi. Bíðitíðin til greining alt ov long.

- Listin við fólki, ið bíða eftir viðgerð fyri lívshættisliga sjúku, tykist langur og bíðitíðin drúgv.

- Tørvur er á heitum hondum til vøggustovur, barnagarðar, býli og ellisheim.

- Afturat omanfyri nevndu avbjóðingum, ið eru krevjandi og torførar, eru munandi øðrvísi avbjóðingar t.d. bústaðir og innivist. Her eigur at bera til at gera eina raðfesting, ið veruliga munar á bústaðarmarknaðinum.

Óndskapurin í 2023 er keðiligur og vandamikil at seta orð á. Vit kunnu ótilvitað døma fólk, tí veikleikarnir møguliga eru íbornir ella ein sosialur arvur. Á Jesu deyðadegi royna vit at lýsa óndskapin:

- Kríggj og sálarligur / likamligur harðskapur eru av tí ónda.

- Ótollyndi – har ein sjálvur er miðdepilin – elur ónda hugsan.

- Happing er óndskapur, ið køvir lívsgleðina og kann týna lív.

- Grammleikin, ið ikki sær medmenniskjað, er vandamikil. Tann hatska øvundsjúkan og tann ótálmaða trongdin at leggja inn undir seg føða óndskap.

Langafríggjadag savnaði myrkursins veldi við Djevlinum á odda sína hermegi. Tann í jødiskum eygum heidni rómverski staturin fór í samlag við teir andaligu leiðararnar í Ísrael.

Guðs útvalda fólk og samsintir rómverjar lupu á Jesus og tóku hann. Álopið kostaði Guði dýrt, tí einborni sonur hansara doyði sum krossfestur brotsmaður eftir eitt vanærisligt rættarmál.

Jesus varð lagdur í eina grøv, ið var høgd inn í ein klett. Har lá hann í tveir dagar. Triðja dagin reis hann upp av deyða og grøv sum ein sigrandi og livandi frelsari.

Við eina jarðarferð ber líkkistan krossins merki, ið er vónarinnar sigursmerki. Tess vegna leggja vit hondina á krossin á kistuni og siga: Hvíl í friði inntil vit síggjast aftur í Guðs ríki.

Amen.

Orðið: “Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” (Jesaja 53,5).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo