Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Árini 2008 til 2011 vóru rakár hjá gamla hotellinum í miðbýnum í Havn, Hotel Hafnia. Men síðani, kanska sum ferðavinnan tók dik á seg, hevur staðið upp og niður, og gott og væl tað. Árið undan tí herviliga koronaárinum, ella í 2019, var úrslitið tað besta nakrantíð, hálvsætta millión krónur í vinningi áðrenn skatt.

Tað stendur í stórari andsøgn við árið í fjør, tá úrslitið áðrenn skatt var 8,1 mió kr í halli. Við øðrum orðum hálv fjúrtanda millión verri enn árið fyri.

Bruttovinningurin minkaði úr smáum 30 mió kr í 2019 til 26,5 mió kr í fjør. Men starvsfólkaútreiðslurnar vuksu úr 20,3 mió kr upp í 25,5 mió kr.

Eisini vuksu fíggjarligu útreiðslurnar nógv, úr áleið hálvariaðru millión, sum vanligt hevur verið, til 4,3 mió kr í fjør. Hesir útreiðslupostarnir, lønir og rentuútreiðslur, munnu hava samband við, at nýtt gistingarhús lat upp í fjør - Hotel Brandan.

Sostatt var endaliga úrslitið hjá Hotel Hafnia 8,1 mió kr í halli áðrenn skatt og 6,6 mió kr í halli eftir skatt.

Javnin var 266 mió kr og eginognin 44,5 mió kr.

Í frágreiðingini ger leiðslan vart við, at korona farsóttin hevur gjørt tað trupult at rikið gistingarhús.

- Raksturin higartil í 2021 hevur givið hall og gjaldføri felagsins er tepurt. Í løtuni er trupult at meta um, nær sølan væntast at hækka aftur (...) leiðslan vónar at síggja eina byrjandi framgongd á sumri 2021, soleiðis at ársúrslitið í 2021 vónandi verður munandi betur enn 2020, sigur leiðslan í ársfrágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo