At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

“Gleði tykkum í Harranum altíð! Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt!”

Hjartalig og vinsæl er áminningin, ið verður borin teimum heilagu í Filippi. Orðavalið og málburðurin eru friðsæl og skapa ró. Einki órógvandi, einki hóvasták. Ein still og høvisk áheitan á tey í Kristi halgaðu.

Mær dámar væl áminningina. Hon er livandi, ærlig og fylt við anda. Støðan er hon, at ápostulin Paulus situr í varðhaldi. Tvey ár í Kesarea og síðani tvey ár í Róm. Áheitanin um at liva í heilagum levnaði verður borin kirkjuliðinum, ið ápostulin av Guðs stóru náði hevur grundlagt.

Lívsins drúgvu royndir og skiftandi umstøður høvdu lært henda Harrans tænara, at lívið var Kristus. Lívsins dýri gripur var persónurin Jesus.

Maðurin úr Nazareth var Guðs einborni sonur, hóast hann var føddur av kvinnu. Ápostulin visti av egnum royndum, at lívsins sanna gleði var at liva lívið saman við Jesusi. Eitt lív borin av frelsarans sterku ørmum.

Í Harranum var gleðin at finna. Trúgvin aldi frið í sál og sinni. Tað andaði av sælu, samljóði og trivnaði. Dagurin og innihaldið vóru merkt av tí, Kristus eigur at geva.

Sálarfriðurin í trúnni á Jesus saman við vitanini um, at støðan í kirkjuliðinum var rímiliga góð, gevur eina heita og lívsjáttandi áminning um at liva lívið í Kristi.

At vera kristin er ikki einans nakað, ið hoyrist ljódliga. Tað er ein lívsháttur sjónligur í atferð. Paulus er ikki bangin fyri at nýta seg sjálvan sum fyridømi, so kirkjuliðið kann ímynda sær kristnan hugburð og lívsstíl.

At vera trúgvandi er ikki einans føgur orð og uppbyggilig tala. Samanumtikið er tað lívið og levnaðurin, ið staðfesta virði av orðunum.

Ápostulin minnir á høviskliga atferð og spaklyndi, tí Harrin er í nánd. At Harrans afturkoma er í nánd eggjar til hóvsemi. Lív teirra kristnu eigur at vera ein livandi stillur vitnisburður.

At fara hóvliga fram við Guðs orði roynist væl. Tað er jú Guð sjálvur, sum við sínum heilaga anda skal kveikja lív í tað verk, vit av náði avrika í navni hansara. Kærleikans Guð væntar av børnum sínum lýdni, hóvsemi og eitt gott hjartalag.

Saman við eini áminning um spaklyndi móti menniskjum minnir ápostulin á, at vit ikki mega stúra. Áminningin líkist evangelisku orðum Jesu, at eingin kann leggja eina alin afturat ævi síni við at stúra.

Sannførd í trúgv kunnu vit lata alla tráan okkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk. Lívsins Guð hoyrir vára bønir og svarar í sínum tíma. Hann heldur hond sína yvir landi og fólki. Hann lívgar teimum, ið vit í bøn og forbøn bera fram fyri ásjón hansara. Guðs máttur er ein veldig styrki og ein góð hond at hvíla í.

At eiga Guðs frið í sínum lítla og piprandi hjarta, tað er ein ævig sæla longu her í tí jarðiska. Tað er lívsins sanna eydna og hægsta mál av vælveru.

Eisini í 2023 er lívsins Guð okkum ein opinberaður veruleiki. Óivað er nógv, vit vildu ynskt øðrvísi. Í hesi stund takka vit Guði fyri alt tað tímiliga, vit hava og kunnu njóta. Vit takka Guði, skapara himins og jarðar, fyri sonin Jesus, og at vit í syninum eru arvingar til tað himmalska landið.

Tað er altíð hóskiligt at takka Guði fyri trúfesti og miskunnsemi. Vit kunnu ikki stórvegis annað. Rætturin at meta um, døma ella fordøma onnur menniskju liggur ikki í vára hondum.

Vit eru kallað at prædika gleðiboðskapin í anda og sannleika, at vit øll eru ætlað at vera Guðs børn í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. Vit eiga at vera eitt lýsandi ljós fyri Kristus, allar staðir har myrkur valdar.

Guð gevi okkum dirvi og hegni at prædika tey góðu tíðindini, at Jesus er krossfestur, deyður, jarðaður og risin upp av deyða okkum til lívs og sælu.

Vit eru kallað at liva tað kristna lívið við ábyrgd, so vit fara væl við hvør øðrum og okkara medmenniskjum.

Vit eiga árvakin og í umsorgan at fevna øll menniskju, tí vegna alla heimsins synd doyði Jesus. Vegna øll menniskju reis Jesus upp av deyða og grøv, og alra vegna gongur hann í forbøn fyri teimum trúgvandi í faðirs síns ríki.

Í Jesu navni biðja vit um frið yvir Jerúsalem. Vit biðja um signing yvir Ukraina og øll fólkasløg, ið verða heimsøkt av ófriði og kríggi. Í Jesu navni biðja vit um signing yvir fólkið í Turkalandi og Sýria, nú jarðskjálvtar órógvaðu og týndu mong mannalív.

Kærleikin til medmenniskjað og virðingin fyri mannalívinum hevur sína fyrimynd í Jesusi. Amen.

Orðið: “Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd!” (Filippibrævið 4,5).

Jógvan Fríðriksson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo