Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Starvsfelagið hevur fingið til hoyringar Lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um kringvarp, dagf. 26.01.2022. Talan er um tríggjar broytingar:

  • broyting í samanseting av stýrinum
  • broytingar í kringvarpsgjaldinum
  • striking av kærumøguleikanum

Niðanfyri eru viðmerkingar felagsins til tær tríggjar ætlaðu broytingarnar.

Ad 1)

Broytingin, skotin verður upp er, at, at teir fýra limirnir, sum landsstýrismaðurin í dag velur eftir tilmæli frá flokkunum á løgtingi, í staðin skulu tilmælast av ymiskum felagsskapum/stovnum. Harafturat skal Kristiligt Lurtarafelag – framhandandi – tilmæla ein lim.

Í aðrar mátar verður valskipanin óbroytt. Sambært § 4, stk. 4 í kringvarpslógini skulu valdu stýrislimirnir sostatt framhaldandi ”samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti.” Dyggur kunnleiki merkir í hesum høpi, at viðkomandi hevur útbúgving og/ella drúgvar starvsroyndir innan nevndu øki.

Skrivað stendur í uppskotinum, at endamálið við broytingini er at ”stýrið verður minni tongt at politisku skipanini, t.e. at politiska ávirkanin verður minkað, og tann fólksliga ávirkanin verður styrkt. Hildið verður, at spurnartekn kann setast við, hvussu óheftur stovnurin er av politisku skipanini, tá politisku flokkarnar skulu velja umboð í stýrið.” Í serligu lógarviðmerkingunum stendur, at ”tað skal vera meira breitt og fólksligt

Starvsfelagið ivast í um tað fer at gera Kringvarpið meira óheft og geva tí betri fólksligt fjølfesti og legitimitet at skifta umboðini, sum politisku flokkarnir á tingi í dag mæla til, út við umboð, sum áhugafelagsskapir og stovnar peika á.

Krigvarpslógin ásetir, at fólkating- og løgtingsfólk kunnu ikki sita í stýrinum. Saman við fakligu førleikakrøvunum, sum eru ásett í § 4, stk. 4 og endamálsorðingini í § 3 um, at Kringvarpið er ein sjálvstøðugur stovnur, óheftur av politisku skipanini, skuldi hetta borga fyri neyðuga óheftninum. Viðmerkjast kann, at verandi skipan av kringsvarpsstýrið er ikki øðrvísi enn t.d. í Danmark, har flokkarinir á Fólkatingi eisini eru við at velja stýrið.

Í uppskotinum hevur landsstýrismaðurin valt 4 felagsskapir, sum hann heldur kunnu vera við at umboða tað fólksliga: Fróðskaparsetrið, Landsfelag Pensjónista, Føroya Ungdómsráð og Ítróttarsamband Føroya. Hví júst hesir felagsskapir eru valdir burturúr, er tað eingin nærri grundgeving fyri ella frágreiðing um. Um endamálið er at umboða fólkið, kundi tað tað sama verið aðrir felagsskapir, sum t.d. Listasamband Føroya, Móðurmálslærarafelagið, Javnstøðunevndin, Megd, føroysku fólkaháskúlarnir ella t.d. feløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum tilsamans umboða bróðurpartin av øllum føroyingum.

Vil landsstýrismaðurin broyta skipanina, so at flokkarnir á tingi ikki longur skulu velja umboð, fer Starvsfelagið staðiliga at mæla frá, at hetta verður gjørt við at velja nakrar fáar felagsskapir burturúr, uttan nærri grundgeving. Hetta fer ikki at geva stýrinum størri legitimitet, men kann tvørturímóti geva varhugan av, at valið av stýrislimum er púra tilvildarligt og at tað eru seráhugamál hjá ávísum felagsskapum, ið sleppa at mynda kringsvarpsstýrið.

At velja 4 umboð við tilmæli frá fýra felagsskapum at umboða alt Føroya fólk er í sjálvum sær ein sera trupul uppgáva. Men skulu vit sleppa verandi skipan við tilmæli frá teimum fólkavaldu í Løgtinginum, má tað verða meira viðvíst og tilvitað og við breiðari umboðan, enn lógaruppskotið leggur upp til.

Starvsfelagið heldur, at tað mest umráðandi er, at stýrið verður mannað við fólki, sum hava teir neyðugu fakligu førleikarnar, sum kravdir eru smbrt. § 4, stk. 4 í kringvarpslógini, samanhildið við endamálsorðingina um skyldurnar hjá KvF í § 10 í. Dyggur kunnleiki, viðkomandi fakligar royndir og útbúgving, eiga at verða avgerandi. Fyri at tryggja hesa umboðan, eiga felagsskapir við breiðari umboðan enn teirri, sum er í lógaruppskotinum, at tilmæla stýrislimirnar til tey fýra fakligu økini, sum beinleiðis verða nevnd sum krav til stýrislimirnar í lógini.

Tey tilmæltu kunnu sum rímiligt er ikki hava hollar fakligar royndir á øllum økjunum. Men tað má vera eitt krav, at stýrið tilsamans er mannað við bestu fólkum á øllum postum, sum lógin nevnir, t.e. samfelagsviðurskifti, mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og búskaparviðurskifti.

Við hesum sum útgangsstøði kundi tann breiða og fólksliga umboðnin, sum eisini tryggjar at stýrið fær tað neyðugu fakligu dygdina verið, t.d. verið, at

  • Fróðskaparsetrið og felagið fyri samfelagsfrøðingar Samfelagið tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til samfelagsviðurskifti, men eisini til hini økini, serliga fjølmiðar.
  • Listasamband Føroya (LISA) og ÍSF tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til mentan, herundir ítrótt, men helst onnur øki eisini, serliga fjølmiðar.
  • Feløgini, ið varða av fjølmiðlum og fjølmiðlafólki, t.e. Felagið føroysk Miðlafólk, Starvsfelagið og Blaðútgevarafelag Føroya tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til fjølmiðlar, men helst eisini til hini øki við, serliga fjølmiðar.
  • Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Grannskoðarafelagið tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til fíggjar- og roknskaparviðurskifti og løgfrøði, men helst til hini øki við, serliga fjølmiðar.

Er ynski um eina enn breiðari umboðan, ið tekur hædd fyri størri aldursamanseting ber til at tilnevna tveir stýrislimir afturat.

  • Føroya Ungdómsráð, møguliga saman við Føroya Lærarafelag, tilmælir eitt umboð fyri børn og ung.
  • Landsfelag Pensjonista tilmælir eitt umboð fyri tey eldri.

Verður stýrið víðkað eftir hesum uppskotoinum, fer tað at hava 9 limir, sum skuldi borið væl til. Nevnast kann, at í kringvarpsstýrinum fyri NRK sita 8 fólk og í stýrinum fyri DR eru tey 11 fólk.

Umframt at tilmæla 1 nevndarlim, skulu omanfyri nevndu feløg og stovnar eisini tilmæla ein varalim, eins og nevnt er í uppskotinum.

Vit vilja leggja dent á, at omanfyrinevnda er bert eitt uppskot til, hvussu vit kundu tryggja eina breiða fólksliga umboðan viðvíkjandi innstillingini, sum samstundis tryggjar stýrinum viðkomandi fakligu royndirnar.

Ad 2)

Starvsfelagið tekur fult undir við, at kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað. Krigvarpið hevur í longri tíð havt avbjóðingar við at fíggja sítt lógarbunda virksemi sum public service stovnur og ein av trupulleikunum hevur verið, at kringvarpsgjaldið ikki hevur verið prístalsjavnað. Hetta hevur gjørt at inntøkugrundarlagið hjá KVF hevur staðið í stað í eini 6 ár, tó at uppgávurnar og útreiðslurnar eru støðugt vaksnar. Hetta er als ikki ein haldbært støða fyri okkara almenna public service stovn.

Longu tá núverandi lóg kom í gildi og kringvarpsgjaldið varð ásett, uttan prístalsjavning, varð gjørt vart við, at fíggjarstøðan hjá Kringvarpinum sum frá leið fór at útholast. Hetta er eisini støðan í dag, nú ætlanin er at rættað uppá mistakið. Álagdar útreiðslur hesi árini eru hækkaðar munandi, uttan at kompenserað hevur verið á inntøkusíðuna. Harafturat vildu tær kr. 150,- sum kringvarpsgjaldið var ásett til í 2015, svara til kr. 160,- í 2021-krónum. Her er eitt eftirsleip at innheinta. Hetta hevur áhaldandi máað undan fíggjarstøðu kringvarpsins, við avleiðingum bæði fyri virksemi og fyri trivnaðin á stovninum.

Tí er gleðiligt, og eisini upp á tíðina, at kringvarpsgjaldið ætlandi verður prístalsjavnað. Men, og her er eitt stórt men. Givið verður eitt sindur við aðrari hondina, og síðani tikið ríkiliga inn aftur við hinari.

Tengt at prístalsjavningini er nevniliga ætlanin samstundis at sleppa smærri virkjum og stovnum undan at rinda yvirhøvur. Hetta merkir, at prístalsjavningin als ikki merkist fyrr enn í 2024, og tá á einum uppaftur lægri støði enn í dag, av tí at byrjað verður á einum 2023-støði, ið longu er alt ov lágt. Ein prístalsjavning hækkar ikki støði, men heldur í besta føri bert virksemi á sama støði sum frammanundan.

Um hugt verður eftir ávirkanini av broytingunum, í mun til um ongar broytingar vóru gjørdar, og skipanin helt fram sum higartil, sær roknistykkið fyri 2023 soleiðis út:

 

2022

 

2023

 

2023

Kringvarpsgjald

   

Uppskot

 

Ongar broytingar

Íbúgvarar

55.276.800,00 kr

 

56.894.580,00 kr

 

55.779.000,00 kr

Vinnuvirki/stovnar

10.448.331,00 kr

 

8.717.461,00 kr

 

10.448.331,00 kr

Tilsamans

65.725.131,00 kr

 

65.612.041,00 kr

 

66.227.331,00 kr

           

Munur

   

-113.090,00 kr

 

-615.290,00 kr

Orsøkin til at ongar broytingar geva væl meira enn uppskotið hjá UMMR í 2023, er at fólkavøksturin, ið er innroknaður í báðum førum, undir øllum umstøðum hevði givið Kringvarpinum meirinntøka.

Spurningur kann eisini setast við, um tað er rætt bara at skera tey minstu virkini og stovnarnar burtur, og ikki leggja eitt sindur omaná hjá teimum størstu sum kompensatión. 240 kr. meira um árið til eitt virki, sum hevur yvir 10 mió. í lønarútgaldingum, er rættuliga pírið. Talvan her vísir hvussu nógv virkir og stovnar fara at gjalda fram til ár 2030. Tá er framvegis ikki komið upp á slætt í mun til 2022.

   

Munur í mun til 2022

 

2022

10.448.331,00 kr

 

 

2023

8.717.461,00 kr

-1.730.870,00 kr

 

2024

8.891.810,00 kr

-1.556.521,00 kr

 

2025

9.069.647,00 kr

-1.378.684,00 kr

 

2026

9.251.040,00 kr

-1.197.291,00 kr

 

2027

9.436.060,00 kr

-1.012.271,00 kr

 

2028

9.624.782,00 kr

-823.549,00 kr

 

2029

9.817.278,00 kr

-631.053,00 kr

 

2030

10.013.623,00 kr

-434.708,00 kr

 

Samanumtikið mælir Starvsfelagið til, at

  • at seta prístalsregulering í verk, tó soleiðis at byrjað verður við einum hægri gjaldi enn uppskotið leggur upp til – ikki minni enn 160 kr. um mánaðin, og
  • at gjaldið hjá smærri virkjum og stovnum fellur burtur, men at gjøldini til størru virkjuni og stovnarnar samstundis verða regulerað, so úrslitið av hesi regulering verður neutralt fyri Kringvarpið. Hesi gjøld verða eisini prístalsreguleraði framyvir.

Ad 3)

Fyri at tryggja stovninum størri óheftni av politisku skipanini mælir Uttanríkis- og Mentamálaráðið til strika verandi § 23 og umorða hana soleiðis:

“Fyrisitingarlig avgerð, ið er tikin av Kringvarpi Føroya, kann ikki kærast til landsstýrismannin.” 

Í Almennu lógarviðmerkingunum verður sagt:

“Í triðja lagi er endamálið við uppskotinum at tryggja størri óheftni í mun til politisku skipanina. Eitt nú eiga setanar- og starvsfólkamál hjá Kringvarpi Føroya ikki at kunna kærast til landsstýrismannin, og av somu orsøk verður mælt til at broyta kæruásetingarnar. Stovnurin er óheftur av politisku skipanini og stendur tískil heldur ikki í fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin hevur ikki heimildir at geva stovninum tænastuboð, og tískil verður tað ikki mett hóskandi, at landsstýrismaðurin eitt nú kann ógilda fyrisitingarligar avgerðir hjá Kringvarpi Føroya.”

Ógreitt er, hvat landsstýrismaðurin ítøkiliga hevur hugsað sær við hesi broytingini, meira enn at tryggja størri óheftni. Vit meta ikki, at tað ber til at avtaka kærumøguleikan. Fyrisitingarlig kæra er grundregla, ið er sera týðandi rættartrygdarregla fyri borgaran. Grundleggjandi atlit til rættartrygdina krevur, at vanliga eru tvey viðgerðarstig, tveir stovnar ella instansir, ið skulu viðgerða málið, eittnú starvsfólkamál.

Starvsfelagið fer í fyrsta lagi at mæla til, at verandi skipan ikki verður broytt. Tað hava okkum kunnugt ongar haldgóðar atfinningar verið av viðgerðini hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum sum kærumyndugleika. Starvsfelagið kennir einki til, at kæruviðgerðin í aðalráðnum ikki hevur verið nøktandi, og at tað hevur skapt nakrar trupulleikar fyri trúvirði og óhefnið hjá Kringvarpinum, at fyrisitingarligar avgerðir, t.d. í starvsfólkamálum, hava kunnað verið kærdar til aðalráðið, sum hevur evstu ábyrgd av Kringvarpinum. Vit vilja tí mæla til, at verandi skipan heldur fram óbroytt.

Uppskotið sigur einki um, hvat ið landsstýrismaðurin hugsar viðvíkjandi fyrisitingarliga kærurættinum. Um landsstýrismaðurin ikki longur vil viðgera t.d. starvsfólkamál, hevur hann møguleikan við lóg at áseta, at fyrisitingarligar avgerðir tiknar av Kringvarpi Føroya kunnu kærast til kærunevnd undir Kærustovni Føroya, sum júst verður styrktur í hesum døgum. Um aðalráðið sjálvt ikki vil vera kærumyndugleiki longur, fer Starvsfelagið at mæla til, at hendan loysnin, sum er vanlig, verður brúkt. Á hendan hátt verður endamálið í uppskotinum um at tryggja neyðuga frástøðu millum Krigvarpið og politisku skipanina eisini rokkið.

Hin møguleikin, at kringvarpsstýrið verður kærumyndugleiki í staðin fyri Uttanríkis- og Mentamálaráðið, fara vit at mæla frá. Stýrið hevur yvirskipaða ábyrgd av virksemi stovnins eftir kringsvarpslógini, men vit ivast í, um stýrið hevur til uppgávu at viðgera fyrisitingarligar kærur og starvsfólkamál. Nakað, sum eisini hevði kravt fakligar førleikar, sum stýrið ikki hevur í dag.

Vinarliga

Súni Selfoss, formaður
Starvsfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo