Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Magnus Dahl skrivar: Hesar hugleiðingar eru umframt fagnaðarorð til fríðøkini við Sandá ein áheitan á Tórshavnar Býráð um at endurskoða ætlaðu  staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum á yndisblettinum ímillum Sandá og Støðlagøtu - og soleiðis hjálpa okkum at skilja, hví býráðið hevur valt at góðtaka hetta einastandandi vakra rekreativa økið til staðseting av kirkjuni. Higartil hevur tað eydnast kommununi í stóran mun at varðveita upprunaøkini fram við Sandá og einastu óspiltu ánna í Havnini.

Hugleiðingarnar snúgva seg um virðini í einari skynsamari gagnnýtslu av økinum - hetta sum er trupult at seta orð á og ikki kann virðismetast út frá vanligum økonomiskum nyttuvirðum.

Ein mammubeigg búði í Sandagerði, so har komu vit sum børn og ung at vitja. Ta einu ferðina segði hann við meg, at hann skuldi vísa mær nakað. Hann tók meg við sær út í urtagarðin, tók ein felliknív úr lummanum og fór at skera av einum av urtunum. Hann skar eitt petti av einum leggi, flusti tað, gav mær hetta og bað meg smakka. Eg beyt í ljósagrøna leggin. Hann hevði ein serligan beisksøtan og frískligan smak. Eg havi verið uml. 10 ára gamalur. Hóast hesin óvitin búði beint niðanfyri Hvannadal í Vági, so hevði hann ongantíð hoyrt um hvonn og enn minni smakka hana.

Les meria her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo