Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Nýggjasta brúkarakanningin hjá Hagstovu Føroya vísir, at føroysku húsarhaldini eru eitt vet meira bjartskygd, enn tey vóru í seinastu kanning frá juni 2022. Men húsarhaldini lata tó serliga illa at, tá tey skulu meta um sína fíggjarligu støðu í dag sammett fyri einum ári síðani og tey meta tað ikki vera rætta løtan at gera størri keyp. 

Gongdin í privatu nýtsluni hevur stóra ávirkan á BTÚ, tí privata nýtslan er í stødd á støði við vøruútflutningin og vøruinnflutningin og nýtslan hjá húsarhaldunum er í stóran mun tengd at teirra treysti. Nýggjasta brúkarakanningin hjá Hagstovu Føroya vísir, at føroysku húsarhaldini eru eitt vet meira bjartskygd, enn tey vóru í seinastu kanning frá juni 2022. Ávísin fyri treystið hjá húsarhaldunum er bert eitt lítið sindur undir langtíðar miðalið, sí mynd 1, men húsarhaldini lata tó serliga illa at, tá tey skulu meta um sína fíggjarligu støðu í dag sammett fyri einum ári síðani og tey meta tað ikki vera rætta tíðin at gera størri keyp í løtuni. 

##med2##

Høga inflasjónin og rentuhækkingarnar skerja tiltøkupeningin, og tað tálmar eftirspurningin frá føroysku húsarhaldunum og harvið privatu nýtsluna. Hvørt privata nýtslan stendur til at lækka komandi árini, er ilt at siga, tí arbeiðsloysi er neyvan nakað, sum fólk eru stúrin um í løtuni. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er framvegis undir trýsti; lønargjaldingarnar vóru størri í 2022, enn árið fyri, løntakaratalið setti aftur met í januar 2023, og arbeiðsloysið er framvegis á einum søguliga lágum støði (249 fulltíðararbeiðsleys ella 0,8% í jan. 2023. Hetta merkir í roynd og veru, at allir arbeiðsførir føroyingar eru í starvi, og tað ger, at flestu føroysku húsarhaldini kunnu varðveita eina vanliga nýtslu, hóast minni nú fæst fyri pengarnar.

Hagtøl fyri kortnýtsluna hjá føroyingum vísa, at føroyingar hava nýtt meira av peningi í 2022 samanborið við undanfarnu trý árini, sí grønu strikuna í mynd 2, sum alt tíðarskeiðið, við undantakið av januar mánaði, liggur omanfyri hini árini.

##med3##

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo