Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað er gott hugskot at varðveita eitt minni um stórhvalaveiðuna í Føroyum.

Stórhvalaveiðan var tíðandi vinnuligt íkast til føroyska fólki, ta tíð hon vardi. Sjálvur minnist eg seinastu árini, av hesum virkseminum. Tvær støðir vóru framvegis í gongd um ta tíðina, eg varð tilkomin - tann í Lopra og tann við Áir.

Eg vaks upp í Vági, tað kom fyri, at vit sum sum hálvvaksnir dreingir súklaðu til Loprara at síggja hvalirnar vera drignar upp á ”planin”, serliga um tað frættist at onkur av bátunum hevði fingið ein ”bláhval”, soleiðis var royður nevndur millum manna.

Sum dreingir fylgdu vit væl við, hvussu gekst við veiðuni, og lurtaðu ofta á fiskabylgjuni eftir hvalabátunum, og vistu oftast hvør var bestur. Vit livdu við í hesum virkseminum og fylgdu væl við, hvussu gekkst.

Tað, sum eg vil við hesum brævinum er eitt uppskot til teirra,sum arbeiða við at varðveita hvalastøðina við Áir sum minni um hesa tíðina.

Mítt uppskot er, at ein bláhvalur (royður) verður eftirgjørdur í fullari stødd og lagdur á planin - soleiðis nevndu teir tann stóra pallin við sjóvarmálan - har hvalirnir – við sterkum dampriknum spølum vórðu drignir upp og síðani skornir upp.  

Vit dreingir súklaðu fegnir til Loprara bara fyri at síggja heimsins størsta dýr við egnum eygum.

Eg ivist ikki í, at ein slíkur eftirgjørdur hvalur í fullari stødd hevði drigið mong ferðafólk til Áirnar.

Tá hevði støðin verðið eitt meira fullfíggja minni, og enn meira áhugaverd.

Absalon Absalonsen     

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #