Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nýggja lóggávan um fosturtøku er við til at skapa eina óhaldbara rættarstøðu fyri pápar. Við nýggju lóggávuni um fosturtøku og verandi lóggávu um foreldramyndugleika og samveru, so hevur pápin onga ávirkan á, um eitt barn kemur í heimin, og kemur barnið í heimin, so stendur pápin uttan nøkur rættindi. Ein relevantur spurningur at seta javnstøðunevndini og politiska landslagnum, hvar er babba?

Søguliga er tað helst størstur (mis)munur millum kynini innan familjurættarliga økið, ið millum annað viðvíkjur rættindum hjá pápum og børnum, til hvønn annan. Orsøkin er helst, at lóggávan, bæði søguliga og mentanarliga, er smíða út frá, at tað bert er “eitt” foreldur, mamman at barninum. Veruliga støðan er tó øðrvísi í dag, har rollurnar  millum kynini eru broyttar, og pápar eru, og vilja verða, eitt javnbjóðis foreldur til børn síni.

Javnstillaði foreldur er eisini betur fyri heilsuna hjá børnum, har kanningar innan økið vísa, at javnbjóðis tíð saman við foreldrunum, betrar um sálarligu heilsuna hjá børnum.

Galdandi lóggáva um foreldramyndugleika og samveru, gevur ikki formliga javnstøðu millum mammur og pápar. Við galdandi lóggávu er rættarstøðan tann, at ein pápi, ið ikki kann prógva hjúnarband, samlív ella felags bústað við mammuna at barninum, seinastu 10 mánaðirnar áðrenn barnið er føtt, sum útgangsstøði ikki hevur foreldramyndugleika yvir barni sínum, og er harvið settur á bonkin sum foreldur. Realiteturin er jú, at børn eisini koma til verðina “uttanfyri parlag”, og har ger verandi lóggáva, at pápin ongan rætt hevur til barnið, og harvið eisini, at barnið ikki hevur beinleiðis rætt til pápan.

Ein líknandi mismunur sæst eisini í grannalondum okkara, har tað er roynt, at javnseta foreldrini, tó uttan eitt nøktandi úrslit.

Hetta er millum annað gjørt í Danmark, har danir, í 2007, dagførdu donsku lóggávuna innan familjurættarliga økið, ið yvirskipað svarar til føroysku lóggávuna í dag. Hettar hevur tó ikki munað á leiðini móti reellari javnstøðu í Danmark, har bert 14% av skilnaðarbørnum hava bústað hjá pápanum, sambært tølum ið Foreningen Far hevur umvegis donsku hagstovuna.

Líknandi hagtøl eru mær vitandi ikki at finna í Føroyum, men kunnu tey grundað á væntandi rættindi til pápar, ikki væntast at verða frægari enn hjá dønum. Hóast hendan greiða mismunin, hevur lítil hjálp verið at heinta frá javnstøðunevndini, hóast pápar í áratíggju hava rópt varskó.

Sambært ársfrágreiðingunum hjá javnstøðunevndini hava pápar tó roynt at varpa ljós á hendan (mis)munin síðani 1995, har pápar kærdu sína neyð, tí møguleikar teirra at fáa foreldrarættin til børn við hjúnarskilnað vóru skerdir, orsakað av kynsmismuni. Síðani hava pápar í Føroyum, ár eftir ár kært sína neyð, tó uttan eitt reelt úrslit.

Spurningurin er tískil, hvat er uppgávan hjá javnstøðunevndini, um tað ikki er at bøta um grovasta mismunin millum kyn í føroyskari lóggávu, ið er at finna innan familjurættarliga økið. Sambært heimasíðuni hjá javnstøðunevndini stendur:

Javnstøðunevndin er sjálvstøðug nevnd undir Almannamálaráðnum. Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn”.

Hóast omanfyrinevndu uppgávulýsing hjá javnstøðunevndini, so var nevndin ongastaðini at finna í samband við lógarbroytingina innan familjurættarliga økið í 2022. Tá var larmandi tøgn frá nevndini, ið mær vitandi ikki eingongd lat inn ummæli í samband við lógaruppskotið.

Sambært heimasíðuni hjá nevndini, átti tað at verið upplagt, at javnstøðunevndin gav sítt ískoyti til, hvussu bøtast kann um greiða (mis)munin millum kynini á familjurættarliga økinum.

Javnstøðunevndin hevur tó valt ein annan leist, har hon heldur virkar í fosturtøkukjakinum, ið jú reelt, og lívfrøðiliga, bert er viðkomandi fyri tað eina kynið, kvinnuna, og tískil reelt ikki er ein spurningur um javnstøðu.

Í samband við kjakið um atgongd til fosturtøku, hevur javnstøðunevndin víst eitt heilt annað agrýtni, samanborið við, tá lógin um rættindi hjá pápum til børn síni, var aktuel.

Seinasta útspælið frá nevndni, var 9. januar 2024, har forkvinnan í javnstøðunevndini úttalaði seg í útvarpinum, viðvíkjandi samanspæli í millum lóggávuna um fosturtøku, og javnstøðuspurningin:

“Tað er ein javnstøðuspurningur, tí hettar er eitt økið sum primært rakar kvinnur, tað eru kvinnur sum gerast við barn, tað eru kvinnur sum skulu fremja eina fosturtøku ella fremja ein graviditet og tað er ein premissur sum ikki slepst uttanum.” Bjørk Maria Kunoy, forvinna í Javnstøðunevndini.

Tað er óskiljandi, at javnstøðunevndini kann leggja so nógva orku í kjakið um fosturtøku, har tað reelt ikki er mismunur, heldur enn at leggja orkuna innan kjakið um páparættindi, har tað er greiður mismunur vegna kyn. Javnstøðunevndin virkar bert fyri kvinnuna, og setur pápan og barnið út á bonkin.

Hettar vísur púra greitt, at kjakið um javnrættindi millum kyn, er farið púrasta av sporinum, har pápar í dag, skulu revsast fyri, at samfelagið søguliga hevur virkað kvinnukúgandi. Heldur enn at hava savnandi sjónarmið, so virkar lóggávan og virksemi hjá javnstøðunevndini beint øvugt, og ger gjónna millum kvinnur og menn enn størri.

Uttan at siga, um frí fosturtøka er rætt ella ikki, so kemur nýggja lógin at versna um rættindini hjá pápum. Eisini er aktuella rákið við til at taka ábyrgdarkensluna frá kvinnum og monnum, har tey ikki nýtast at taka ábyrgd fyri sínum gerðum. Talan vil ofta vera um vaksin fólk, ið hava samlegu, og áttu tey tískil eisini at duga at ímyndað sær, at ein avleiðing kann verða, at tey gerast foreldur.

Páparnir fáa heldur ikki møguleika at taka ábyrgd, tí við verandi lóggávu um foreldramyndugleika, og nýggju lógini um fosturtøku, so verður pápin endaliga settur út á bonkin. Rættarstøðan kemur at verða, at um ein kvinna gerst við barn uttanfyri parlag, so hevur pápin at barninum onga ávirkan á, um barnið kemur til verðina ella ikki. Pápin kemur ikki at hava sama møguleika sum mamman, tí hann kann ikki frásiga sær barnið. Skuldi mamman avgjørt at barnið skal koma til heimin, so hevur pápin næstan eingin rættindi, men kemur óansæð at verða løgfrøðiliga bundin at barninum, og kemur harvið eisini at verða fíggjarliga bundin at barninum. Tað rætta vildi verið, at lógin sum útgangsstøðið gav felags foreldramyndugleika, soleiðis at samfelagið eisini vísur, at um eitt barn kemur til heimin, so eiga bæði foreldrini ábyrgdina av barninum.

Eg sakni tískil eitt ískoyti frá javnstøðunevndini, viðvíkjandi hvar páparnir eru í roknistykkinum viðvíkjandi foreldramyndugleika og fosturtøku. Tí í hesum familjurættarliga roknistykkinum, gevur 1+1 ikki 2, 1+1 gevur 3. Javnstøðunevndin kundi tískil passandi tikið páparnar upp í aftur roknistykkið, heldur enn at økt um mismunin mótvegis pápum og børnum teirra.

Eg skal tískil heita á javnstøðunevndina, eins og politikararnar, um at taka atlit til páparnar, serliga innan familjurættarliga økið, men eisini í samband við spurningin um fosturtøku. Formlig javnstøða er fyrsta stigið á leiðini til reella javnstøðu.

Tískil má javnstøðunevndin koma við einum útspælið, viðvíkjandi hvussu pápar kunnu javnsetast sum foreldur. Atlit má takast til páparnar, tá talan er um børn.

Bæði tá lóggávan viðvíkjur familjurætti, og rættin til barnið, og eisini tá lógaruppskotið viðvíkjur um eitt barn skal koma í heimin ella ikki.

Tað krevst hóast alt, eina kvinnu og ein mann fyri at fáa eitt barn í heimin, og hevur barnið tað best, um tað hevur sama rætt til bæði foreldur.

Viðvíkjandi fosturtøkukjakinum, so kann løgfrøðilig fosturtøka verða ein møguleiki, soleiðis at pápin, formliga, fær sama møguleika sum mamman, og fyri at nýta orðini hjá forkvinnuni í nevndini, ikki verður álagdur nakað.

Ingi Kárason Midjord

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo