40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Um støðuna viðvíkjandi máli um bót til alifelag

Spurningar:
1. Hvør er støðan viðvíkjandi málinum um bót til eitt alifelag uppá 67 mió. kr., sum ákæruvaldið kunnaði løgmann um í desember 2021?

2. Hvat er hent fyrisitingarliga í málinum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at viðgerðin av hesum máli er samsvarandi rættartrygd hjá fyritøkum og almenningi?

4. Er nakrantíð áður hent, at eitt líknandi mál er kunnað til løgmann og síðani sent víðari til eitt aðalráð, áðrenn ein fyrisitingarlig viðgerð er liðug og avgerðin fallin?

Viðmerkingar:
Í desember 2021 kom fram í Degi og Viku, at fútin hevði vent sær til løgmansskrivstovuna í einum máli um at áseta revsing og bót til eina alifyritøku uppá 67 mió. kr.

Upplýst varð, at málið var ikki liðugt fyrisitingarliga viðgjørt, og at løgmaður hevði sent kunningina frá fútanum víðari til Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Síðani er onki frætt um málið, og tí verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa Løgtingið um málið.

Á Løgtingi, 15. september 2022
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo