Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Skúli

Skúlablaðið: Í døgunum 18.-20. mai vóru Føroya Lærarafelag og Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya vertir fyri væleydnaðum stórfundi í norðurlendska netverkssamstarvinum NTI, sum stendur fyri Newly qualified Teacher Induction.

Talan er um samstarv millum granskarar á lærdum háskúlum og lærarafeløg, sum hevur til endamáls at kanna og granska, hvussu nýútbúnir lærarar trívast í starvinum og kunnu eggjast til halda fram, so fráfallið verður avmarkað og so lítið sum gjørligt.

Granskingarverkætlanin hevur heitið Nordic Teacher Induction – Flourishing and Becoming ella umskrivað til føroyskt, hvussu vit fáa nýggjar og nýútbúnar lærarar at blóma í starvinum.

Sjey lond eru við í samstarvinum. Tey eru Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki, Finnland, Føroyar og Estland, sum er einasta landið uttan fyri Norðurlond, sum er við í samstarvinum.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, hevur leingi vitað um samstarvið og miðvíst arbeitt fyri at fáa Føroyar upp í bólkin. Tað hevur eydnast í góðum samstarvi við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya, og Føroyar taka nú á fyrsta sinni beinleiðis lut í granskingini.

– Hetta er eitt stórt framstig og fer uttan iva at gagna okkum væl, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Tað sama heldur Hans Harryson, varadekanur á Námsvísindadeildini.

– Við samstarvi standa vit sterkari og kunnu luta týðandi vitan og royndir millum londini, sigur hann.

Netverkið hevur meira enn 20 ár á baki. Tað varð stovnað í 2004 og var fyrstu árini bara fyri granskarar á lærdum háskúlum í Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi. Seinni er samstarvið víðkað, og fleiri lond eru løgst aftrat.

Eva Merete Bjerkholt frá lærda háskúlanum í Notodden í Noregi er ein av stigtakarunum og hevur verið við líka frá byrjan.

Hon sigur, at tað rættiliga skjótt stóð greitt, at tað hevði verið ein fyrimunur at knýtt norðurlendsku lærarafeløgini tættari at granskingini. Sjónarmiðið bygdi í stóran mun á væl eydnaðar royndir í Svøríki, og í 2017 var stig tikið til tvørfakliga samstarvið millum granskarar á lærdu háskúlunum og lærarafeløgini.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, vísir á, at tað er stórur fyrimunur at hava gransking aftan fyri seg, sum er grundað á røddina og upplivingina hjá læraranum. Tað styrkir bæði um trúvirðið og álitið, tá ið úrslit frá kanningum og søgurnar um yrkið skulu miðlast víðari, tí ofta kann ein ávís gjógv upplivast at vera millum tey, sum granska, og læraran á gólvinum, sigur hann.

– Vit í Føroya Lærarafelag eru sannførd um, at okkum tørvar gransking. Men vit eru líka so sannførd um, at granskarar hava tørv á okkum til tess at útvega sær bestu fortreytirnar fyri granskingini. Vit síggja avgjørt skilagóðar fyrimunir í hesum samstarvi, sigur hann.

Eva Merete Bjerkholt er samd við formannin í føroyska lærarafelagnum.

– Við hesum gera vit upp við fortíðina og seta nýggjar karmar fyri modernaðari gransking, ið byggir brýr millum ymsar geirar, sigur hon.

Tað er Nordplus, sum stuðlar nýggju granskingarverkætlanini. Stuðulin er oman fyri eina hálva millión krónur.

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #