Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrr rak løgtingi politik og Havstovan visti onki, nú rekur Havstovan politik og Løgtingi veit onki.

Hava tingfólk hugt eftir, hvat hendir, har vit og onnur hava fylgt ráðgevingini? Bæði hjá okkum sjálvum og í øðrum londum roynist ráðgevingin á sama hátt. Allastaðni er lyfti, minni nú og meira seinni. Allastaðni er úrslitið minni nú og uppaftur minni seinni.

Tilmæli hjá ICES er at vit skulu gevast at fiska tosk. Leggja heimaflotan og bíða til fiskur aftur verður á grunninum.

Fyri ikki at enda sum í 2008, tá tilmælið var 50% niðurskurður, skrivar Havstovan 20% skerjing av fiskidøgum, sjálvt um vísindaliga tilmæli átti at verði 100% niðurskurður. Umframt skulu friðingar longjast og nýggjar friðingar uppfinnast. Tað merkir, at Havstovan ikki gevur vísindalig tilmæli, men rekur politikk.

Skuldu trú, at okkurt ljóst høvd í politisku skipanin so spyr: Um vit lurta í ár, hvat verður tilmælið komandi ár? Alt er formlar, so tað ber væl til at rokna tað út!! Tað ber til longu nú, at rokna uppá 2024 og siga hvat tilmæli fyri 2025 verður. Tað ger ICES eisini og tí ber enntá til at lesa tað,

Tí vita vit, at tilmæli hjá ICES fyri 2025 verður at vit gevast at fiska tosk og tilmælið hjá Havstovuni verður at skerja dagatalið 20%.

Hvat siga tingfólk til aftur at skerja dagarnar 20% í 2025? Og í 2026 verður tað aftur 20% skerjing. 3 ár við 20% skerjing er “bara” 48,8% niðurskurður. Hava tingfólk fingið nakra útrokning frá Havstovuni, sum vísur, at tað verður fiskur í 2027 um vit skerja 20% árliga? Modellið hjá Havstovuni sigur, at við somu tilgongd, sum teir siga er nú, so verður eisini niðurskurður í fiskidøgunum í 2027!!

Høvdu fólkavaldu spurt, so vistu tey, at kósin er sett. So vistu tey, at fiskifør á landgrunninum eru ávegis í søguna. Nú verður tað gjørt yvir á leið 3 ár, heldur enn í einum.

Tit fólkavaldu, hava valt at taka undir við einari loysn. Í Íslandi fingu tey í 1975 sama lyfti sum tit just hava fingið. Teimum var bjóðað 500.000 tons árliga, um tey skerdu veiðutrýstið.

##med2##

Íslendingar tóku av tilboðnum. Hetta var úrslitið. Afturgongd í góð 30 ár á rað. Ávís framgongd í 10 ár upp móti 50% av tí ið lovað bleiv. Síðan er afturgongd og kvotan er nú 208.000 tons nógv ár við afturgongd í væntu. Í Danmark, Bretlandi v.m. er støðan enn verri! Hesi tøl manipulerar frøðin, til framgongd, sum er grundgeving fyri tí, teir júst hava samtykt.

Er tað ov nógv at krevja, at politikarar skilja, at tá vit endurtaka tað onnur hava gjørt, so fáa vit sama úrslit? Høvdu tit spurt, so vistu tit, at tað tit gera er endurtøka av tí onnur gera. Hví hava tit ikki spurt? Hví hava tit eina meining, tá tit ikki vita? Hví taka tit eina støðu, sum skaðar nógv fólk, uttan at tit seta tykkum inn í málið?

Tað eru 15 ár síðan løgtingið setti út í korti. So tit hava havt ovmikið av tíð. Eisini at skilja, at tað er normal, at fiskfrøðingar á Havstovuni og í Fiskimálaráðnum ikki við góðum viðurkenna, at alt teir hava gjørt í 30 ár helst er skeivt.

Annars haldi eg, tit skulu vísa tykkum, sum menn, og boða fiskimonnum og reiðarum frá, at tit ætla at taka seinasta fiskidagin frá teimum. Tað er lítið virðiligt at seigpína fólk í 2-3 ár og lata bankan reka teir upp á land.

Eivind Jacobsen
“granskari”
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo