Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Uppgávan hjá Sernámi er breið við kanningum og útgreiningum av børnum, og tí er hon serstøk; vit duga ikki rættiliga at skilja, hví Sernám og Nám verða knýtt at hvørjum øðrum, tí stovnarnir báðir eru heilt hvør sítt. Tað, ið lærarar fyrst av øllum vilja, er, at Sernám kemur tættari skúlunum; flytingin fer neyvan at broyta nakað í so máta.

Í uppriti um bygnaðarbroytingarnar í Mentamálaráðnum verður sagt, at sernámsfrøðiliga ráðgevingin skal skipast sum ein eind, sum hevur eitt ávíst knýti til Nám í síni ráðgeving í skúlaverkinum og dagstovnaøkinum.

- Sum er hava skúlaleiðslur og lærarar ikki verið nøgdir við Sernám, serliga tí bíðitíðin eftir serkønari hjálp er long, og tí næmingar, sum hava serligan tørv, fáa alt ov fáar tímar samanborið við, hvat teimum tørvar, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo