40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hvørja støðu hevur landsstýrið til spurningin um at geva loyvi til at leita eftir- og útvinna kolvetni úr føroysku undirgrundini? Tann fyrispurningin fari eg at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni, tá munnligir fyrispurningar verða aftur á skrá í løgtinginum. (Síðani fyrispurningurin varð latin løgtingsskrivstovuni, hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eisini sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning um nakað tað sama).

Í nógv ár samráddist landsstýrið við donsku stjórnina um at yvirtaka føroysku undirgrundina. Í 1992 varð komið á mál við hesum samráðingunum, har loysnin var, at føroyska heimastýrið yvirtók málsøkið “ráevni í undirgrundini”.

Tá landsstýrið í 1998 gjørdi avtalu við donsku stjórnina um at umfíggja føroysku uttanlandsskuldina, var við í avtaluni, at heilar 500 mió. krónur skuldu føroyingar bara rinda aftur, um olja varð funnin innanfyri tey næstu 20 árini. So stórt virði sóu partarnir í undirgrundini tá. Tað stóð einki í avtaluni um, at partur av skuldini bara skuldi rindast aftur, um alivinnan kom fyri seg, ella um makrelur í stórum nøgdum kom inní føroyskt sjóøki. Tey tingini, sum veruliga fingu týdning tey næstu árini, hugsaði eingin um í 1998. Tá var tað bara oljan sum, í teirra hugaheimi, kundi fáa so stóran týdning.

Nakrar royndarboringar eru gjørdar á føroyska landgrunninum, tó fyribils uttan úrslit. Stórur áhugi er tó fyri føroysku undirgrundini, tí hildið verður, at olja í rakstrarverdum nøgdum er at finna har. Men í samgonguni eru røddir frammi, ið eru ímóti bæði leiting og framleiðslu av olju úr føroysku undirgrundini. Tí havi eg spurt landsstýrismannin, hvørja støðu landsstýrið hevur til hetta málið. Er tað veruliga so, at landsstýrið fer at nokta fyri at nýta hetta ríkidømið, sum føroyingar í áravís stríddust fyri at fáa rættin til?

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo