Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Facebook er spurt um samleikan á Goodienutty, sum nýliga hevur koyrt við hýrivognsførara, og verið so illa viðfarin og sjikanerað, sum boðini omanfyri siga.

Helst fyri at fjala seg, eru boðini skrivað á ivasomum donskum, við innløgdum villum, sum ætlast at avdúka, at boðini í hvussu so er ikki eru føroysk, og so slettis ikki frá einum føroyingi, sum vil koyrandi tænastupersóninum ilt.

Vit kunnu bara gita.

Úrslitið er, at órættaði hýruvognsførari misti starvið og ikki longur kann luttaka í skipaðari koyring, sum hoyrir til eina støð í Havn.

Meðan fólkaræðið úti í heimi, sum Ungarn, Brasil og Serbia tykist leita aftur til fólkarøðisligar røtur, eru greiðar ábendingar um, at tøknirisarnir vilja halda okkum í einum óupplýstum einaveldi.

Hvussu eru vit komin so langt, at Goodienutty, fjaldur í ivasomum máli, kann hanga ein persón út, so viðkomandi verður uppsagdur og hvørki løgregla ella Facebook, sum er kontaktað, kunnu gera nakað fyri borgaran? Vinnunevndin í Býráðnum eigur seinsta leikin.

Hvussu eru vit komin so langt, at vit nú hava lex Facebook? 

Spurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #