Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hettta var spurningur, ið ein fyrrverandi fólkafloksveljari úr Miðvági spurdi í sendingin ”Tingið” tann 25.11.22.

Jørgin Niclasen svaraði soleiðis í samband við etisk virðir : ”Etisk virðir - har verða fólk í Miðflokkinum tvingaði til at meina tað sama – í okkara flokki er tað upp til tann einstaka…..”

Ætlaði ikki at luttaka í nøkrum politiskum kjaki, men føli meg noyddan at koma við eini rættleiðing, tá slík ósannindi verða borðin fram – og enntá fyri opnari mikrofon:

Lat meg gera púra greitt, at eingin í Miðflokkinum verður tvingaður til nakað sum helst! Manningin í Miðflokkinum stendur saman, tá talan er um støðutakan til etisk mál. Hetta er ein greið støða!

Fólkaflokkurin hevur alment boðað frá, at tað stendur hvørjum einstøkum tinglimi frítt, hvussu hann atkvøður í etiskum málum. Hetta er eisini ein greið støða! Hendan støða Fólkafloksins er líknandi henni, ið er galdandi í Javnaðraflokkinum, Tjóvðeldi – og Sambandsflokkinum.

Tí veit veljarin í verunleikanum ikki hvat han fær við at velja Fólkaflokkin, tá talan er um etisk mál – tí Fólkaflokkurin, sum flokkur , ikki hevur eina greiða støðu í slíkum málum!

MEN við at velja Miðflokkin veit veljarin hvat hann far – tí Miðflokkurin , sum flokkur, hevur eina greiða støðu í slíkum málum!

Tað er tann stóri munurin á Miðflokkinum og Fólkaflokkinum tá umræður etisk mál.

Eiði, tann 26.11.22

Tordur J. Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo