Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað vóru ikki bara sjúkrarøktarfrøðingar, sum stúrsaðu við, tá tað frættist, at hálønt fingu ein lønarvøkstur uppá 12,70%.

Tað gjørdi eg og mong onnur við mær so sanniliga eisini.

Sjúkrarøktarfrøðingar høvdu við tógvið stríð  og strev og 7 vikurs streyku júst strítt seg til ein lønarvøkstur uppá 9,99 %.

Í krónum og oyrum fingu tey frammanundan háløntu umleið dupult so stóran lønarvøkstur sum sjúkrarøktarfrøðingar uttan nakað hóvastak.

Langt ímillum orð og gerðir
Áðrenn valið bleiv nógv tosað um tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum av sitandi samgongu, men hetta bleiv so dyggiliga gloymt eftir valið. Her var langt ímillum orð og gerðir.

Tá samgongan útvaldi nøkur starvsøkir til lønarlyft blivu sjúkrarøktarfrøðingarnir frávaldir, so tað stóð eftir.

Størsti bólkurin á økinum við longstu útbúgvingini og størstu ábyrgdini bleiv frávaldur.

Hóast sjúkrarøktarfrøðingarnir eru so týdningarmiklir, at løgmaður sjálvur fór í løgtingið at lóggeva teir aftur til arbeiðis, so blivu teir frávaldir til løntarlyft.

Sum um tað ikki var nóg mikið, so fingu hálønt beint aftaná sáttmálasamráðingarnar umleið dupult so stóran lønarvøkstur í krónum og oyrum.

Landsstýrið hevur við hesum so dyggiliga traðkað á allar sjúkrarøktarfrøðingar, so tað stendur eftir.

Hvat bleiv av føgru orðum løgmans áðrenn valið um bleytu virðini og heitu hendurnar. Eftirtíðin prógvaði, at hetta einans vóru føgur orð uttan nakað virði í veruleikanum.

Hjarta meinti ikki tað, sum muður talaði.

Sjúkrarøktarfrøðingar størsta lønarlyftið í Danmark
Í Dag og Viku mánakvøldið hoyrdu vit, at danska stjørnin júst hevur givið sjúkrarøktarfrøðingum størsta Lønarlyftið uppá kr. 3.000 um mánaðan. Stjørnin legði dent á, at hon ynskti at geva eitt lønarlyft, sum kundi merkjast.

Soleiðis virðismetir danska stjørnin og setir prís uppá tey, sum arbeiða skeivu tíðirnar í heilsuverkinum. Í Føroyum verður hetta ikki virðismett av sitandi landsstýri. Tað er sjón fyri søgn.

Reyða samgongan yndar at samanlíkna okkum við grannalondini, serliga Danmark - hvussu tey gera har í øllum møguligum málum. Tá tað kemur til hetta málið, ger reyða samgongan løgið nokk júst tað øvugta.

Eg unni háløntum 12,70% lønarvøkstur, men sjúkrarøktarfrøðingar skuldu sjálvandi  fingið í minsta lagi tað sama.

Samgongan má gevast við at gera mismun og velja fólk frá. Samgongan má gevast við at grava djúpari gjáir millum samfelagsbólkar.

Sjúkrarøktarfrøðingar hava als ikki uppiborið hendan mismunin.       

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo