Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Niðanfyri endurgivnu útvarps- og sjónvarpstíðindi eru frá hósdegnum og viðvíkja verjusemjuni og kavbátavitjanum í Føroyum.

Brot úr Útvarpstíðindunum kl. 18.00
Fyrstu brotini eru úr Útvarpi Kringvarpsins kl. 18.00. Her verður Landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum endurgivin fyri at siga:

"Føroyar eru nú formliga kavbátahavn hjá Amerikanska herflotanum - tað váttar Høgni Hoydal landsstýrismaður í Uttanríkismálum - avgerðin er tikin í samráð við Løgtingið, Uttanlandsnevndina".... og .... "Føroyar eru nú alment ein av kavbátahavnunum hjá USA - tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum yvirhøvur er vælnøgdur við verjusemjuna."

Spurdur beinleiðis av journalistinum: "Hvør hevur tikið avgerð um tað, at tað er tað," svarar landsstýrismaðurin:... "ja, tað hevur ...." (so kemur eitt av teimum vanligu looongu og onkisigandi uttanumtosunum), áðrenn hann sigur:  "avgerðin er tikin í samráð við Løgingið gjøgnum Uttanlandsnevndina."

Brot úr Sjónvarpstíðindunum kl. 19.00
Í Sjónvarpi Kringvarpsins, ein tíma seinni, sigur sami maður og enntá tvær ferðir, at:

"onkur segði, at vit hava gjørt eina kavbátahavn í Føroyum - tað passar ikki.... vit hava ikki sagt, at Føroyar er ein kavbátahavn." Tað vil siga, at her kallar landsstýrismaðurin seg sjálvan fyri "onkur" og sigur, at tað sum hesin "onkur" sigur, er ósatt.

Hví fær hann loyvi at siga ósatt?
Hví sleppur maðurin at borðreiða slík beinleiðis ósannindi fyri Føroya fólki, uttan her og nú at verða avdúkaður og drigin til svars?   

Og so hendir hetta í sjálvum tí sokallaða 4. statsvaldinum, sum annars reypar av at vera gravandi - og eg veit ikki hvat.

Annars er at siga:
At Uttanlandsnevndin, sum Landsstýrismaðurin nú er farin at kalla Løgtingið, hevur aldrin, ongantíð, never havt eina evt. kavbátahavn sum sjálvstøðugt viðgerðarevni á einum einasta fundi!

At landsstýrismaðurin soleiðis ber beinleiðis ósonn tíðindi frá fundum í Uttanlandsnevndini er so eitt nógv meira álvarsligt mál, sum nevndin má taka til sjálvstøðuga viðgerð.

Annars er væl eingin meining at møta aftur til fundar í hesari serstøku trúðnaðarnevnd.

Jenis av Rana
limur í Uttanlandsnevnd Løgtingsins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo