Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyska vinnulívið hevur staðið seg væl seinastu árini, eisini við nøktandi yvirskotum.

Hesi avlop skuldu m.a. verið grundarlag undir nýggjum íløgum, størri útbygging, fleiri arbeiðsplássum, størri framleiðslu, størri útflutningsvirði, meira avleiddum virksemi, ið aftur føra til meira landsskatt og kommunuskatt til at gjalda fyri størri vælferð.

Men tíverri hevur samgongan lagt hald á avlopið, ið eftir teirra ætlan skal vera ein blankur sjekkur til at fíggja vallyftir fyri.

Nú, nærum 1 ár er liðið síðan samgongan kom til valdið, eru íløgurnar hjá vinnuni steðgaðar, kappingarføri horvið og avlopið minkað munandi, samstundis sum almennu útreiðslurnar er hækkaðar, herímillum tvey nýggj aðalráð, sum smb. Løgmanni ikki skuldi kosta nakað, men sum fíggjarlógin avdúkaði fer at kosta føroyska skattgjaldaranum 25 mió. kr. í allmennum meirútreiðslum.

Og mongu vallyftini eru onganstaðni at hóma.

Hóast mongu áheitanirnar lurtar Landsstýrið ikki eftir ávaringunum frá vinnulívinum.

Fysrt varð tað alivinnan, ið skuldi rinda sín ’rættvísa’ part í tøkugjaldi. Úrslitið av hesum varð, at samgongan rak ætlaðu íløgunar hjá Bakkafrosti [6,2 mia. kr. komandi 4 árini] av landinum, og at minni tøkugjald kemur í landskassan frá alivinnuni.

Harafturat koma tey 100 tals starvsfólkini inni á Skálafjørðinum, sum eisini verða rakt at vinnufíggindaliga politikkinum hjá samgonuni.

Havnastongsulin hevur longu kostað føroyskum fyritøkum, serliga í Havnini, 10-tals mió., og russlandssáttmálin hongur í hesum døgum í klønum tráð og við tí lagnan hjá 100 tals føroyskum familjum, sum vinna sítt dagliga breyð í Barentshavinum.

Men hetta skulu vit ikki stúra fyri, siga summir politakkarar, tí vit spara olju við ikki at fiska í Barentshavinum?

Samgongan tekur breyðið úr munninum á Føroya fólki
Øll hendan herferðin móti føroyska vinnulívinum fer fram í eini tíð við hækkandi prísum og serliga við dýrkandi matvørum.

Sjómaðurin í Barentshavinum, fólk á framleiðsluvirkjunum hjá alifyritøkunum, umframt onnur í vinnum, sum eru tengdar at høvuðsvinnuni, eru nú í vanda fyri at missa arbeiði, og tískil eisini grundarlagið undir tí inntøkuni, sum skal seta dýrkandi breyð og mjólk á borið.

Við ørðum orðum, tekur sitandi samgonga breyðið úr munninum á fólki.

Samstundis er lyftini um mvg-frítøkur á neyðsendarvørum, príseftirlit, lækkandi avgjøld og lønarlyft til ávísar bólkar framvegis ikki at hóma.

Hvar er skattalættin?
Skulu vit bøta haldførið hjá føroyingum, mugu fólk fáa fleiri pengar um hendi til at kunna seta alsamt dýrkandi mat á borið. Tí má ein skattlætti til. Tí tað er inntøkan eftir skatt, sum ger munin og ikki tað, sum verður lovað áðrenn skatt.

Nógv hevur eisini verðið tosað um ein komandi skattalætta til lág- og miðallønt. Hetta ljóðar væl, men kann samstundis eisini vera misvísandi. Tí soleiðis sum okkara skattaskipan er sett saman, fáa øll ein skattalætta, tá ið mørkini á skattastiganum verða flutt. Hetta ger so, at øll fáa ein skattalætta, og sæst han sjónligast hjá teimum, sum tjena mest, tí hesi rinda frammanundan mest skatt. Tí er tað ikki rætt, at skattalættin bert er til lág- og miðallønt. Øll fáa ágóðan av honum, hvør eftir sínum førimuni.

Skal lyftið um skattalætta bert fevna um lág- og miðallønt, er neyðugt at leggja ein eykaskatt á inntøkur oman fyri eina ávísa politisk setta upphædd. Eins og í alivinnuni vita vit, hvat úrsliti av hesum verður. Minni vøkstur og harvið færri skattainntøkur.

Síðan progressivi flatskatturin hjá Jørgen Niclasen varð innførdur, eru skattainntøkurnar hjá landi og kommunum bara frá persónligum skattgjaldarum hækkaðar við nærum 1 milliard úr 2.941 mió. kr. í 2011 upp í 3.914 mió. kr. í 2022, og samlaðu skattainntøkurnar hjá landi og kommunum eru tvífaldaðar úr 5.897 mió. kr. í 2011 [tá ið Aksel var fíggjarmálarráðharri] uppí 10.222 mió. kr. í 2022.

At skattgjaldarin fær fleiri pengar um hendi skapar fleiri skattainntøkur til bæði land og kommunu. Ein skattalætti bøtir eisini um haldførið hjá arbeiðsfjøldini og samstundis eisini um kappingarførið hjá vinnuni.

Hvør vinna verður hin næsta?
Nú landsstýrið hevur knokkroytt bæði ali- og fiskivinnuna, er áhugavert at vita, hvør vinna er næst í røðini.

Javnaðarflokkurin hevði sum eitt av sínum aðalpuktum at leggja avgjald á føroysku ferðavinnuna. Ein vinna, sum júst er við at finna stevið eftir 2 drúgv ár við korona-farsóttini og tær avmarkingar, ið harvið fylgdu.

Og nýggjasta skotið innan sparingar hjá landsstýrinum, er at hækka sjúkradagarnar sum arbeiðsgevarin skal rinda úr 2 døgum upp í 7 dagar.

Hægri skattur, hægri løn, almennar ásetingar, styttri arbeiðsvika og hægri arbeiðsgevaragjøld raka smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi sera meint. Hesar smærri fyritøkur eru arbeiðspláss hjá 1000-tals føroyingum og nú eisini útlendingum við.

Av teim uml. 28.001 føroyingum í løntum arbeiði eru góð 60% ella uml. 17.600 í vinnugeiranum.

Restin, eini 10.400 arbeiða fyri kommunur, land og teirra stovnar.

Størsti parturin av hesum starvsfólkum í vinnuni arbeiða í smærri virkjum, sum m.a. hava livað av at veita tænastur til russisk skip.

Slík almenn inntriv forða teimum at vaksa og at skapa fleiri arbeiðspláss.

Størri fyritøkur kunnu betur standa ímóti almennum reguleringum á ein hátt, sum smærri fyritøkur og serliga nýggir íverksetatarar ikki kunnu.

Eitt er vist, at við hetta lag fær onkur vinna hálað stólin undan sær, áðrenn stóladansurin hjá samgonguni er liðugur.

Grímur Sundstein,
varamaður fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo