Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórbjørn Jacobsen á Facebook: Ein av mongu søgunum kom burturúr 1. uppstillingarfundinum hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoy í gjárkvøldið. Í morgun bar blaðið/heimasíðan hjá Jóhann Lützen m.a. hesi tíðindi: ”Atkvøðuslúkurin á seinasta løgtingsvali, Sonja Jógvansdóttir, er á listanum. Hon stillaði upp fyri Javnaðarflokkin á seinasta løgtingsvali, men fór úr Javnaðarflokkinum og samgonguni beint eftir valið. Tey fimm sum eru í uppskoti á listanum eru: Sonja Jógvansdóttir, Jóhan Christiansen, Sonni á Horni, Klæmint Østerø og Pól Esper Hanusarson.”

Rúmligur flokkur má sigast. Einasti loysingarflokkurin, sum vit hildu vera, stillar nú ein avhoppara úr tí mest ekstrema sambandsflokkinum í Føroyum, Javnaðarflokkinum (nógv treystari samríkisflokkur enn Sambandsflokkurin, tað sigi eg av ringum royndum), upp sum toppkandidat fyri Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Tað líkist eini totalari kapitulatión í mun til stevnuna, t.v.s. at man er farin at trívast ið so væl í streymandi fløvanum frá donsku heimastýrisradiatorunum í Tinganesi og uppi á Vaglinum.

Ná, men onkur av øllum hesum skemtingarsomu monnunum í tinghúsinum í dag vitsti at siga, at tað var farið at ganga sum rótasúpan í paralella retorikkinum í korridorunum, at spenningur longu var um 2. uppstillingarfund hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum man fara at vera um einar 14 dagar.

Á komandi fundinum, øðrum uppstillingarfundi, komin hálva leið, uttan at onnur valevni hava bitið á húkin, fer hurðin inn í fundarhølið at bresta upp, og Høgni Hoydal, Katrin Kalsberg, Sirið Stenberg og Ingolf S. Olsen koma berandi innar í skálan við einum ovurstórum kassa. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo