Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit eiga ikki, at verða partur av fólkatinginum! okkara politikkur skal rekast í Føroyum!

Eg trúgvi, tey flestu eru samd við mær í báðum útsøgnunum, men veruleikin er nú tann, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi. Tí hava vit tveir sessir á Fólkatingi og eiga at røkja teir. Men hvussu ger mann tað frægast?

Vel eina føroyska rødd á Fólkating, siga summi. Setningurin er troyttur eftirhondini og í vanda fyri at gerast innantómur.

Hvør er føroyska røddin og hvussu er mann tann føroyska røddin?

At velja ein fólkatingslim er at velja ein politikkara, sum fer at hava sína dagligu gongd millum danskar politikkarar. Millum annað fyri at siga teimum frá okkara ynski um víðari heimildir á uttanríkispolitiska økinum. At fáa teir at skilja hví vit vilja tað og sannføra tey um, at vit megna uppgávuna. At siga teimum frá okkara ynski at luttaka í OL undir egnum flaggi. At sannføra tey um, at Føroyar eiga at hava ein sjálvstøðugan limaskap í WTO. At geva boð um, at yvirtikin mál eru yvirtikin mál og áhaldandi minna á hvar markið er millum føroyskan og danskan politikk og hvar avgerðarrætturin liggur.

Um vit kalla tað fyri føroysku røddina ella okkurt annað, hevur minni at siga.  

Vit skulu ikki hava ein beinleiðis leiklut í donskum politikki, sum summi ætla sær. Atkvøða vit í donskum málum, líkamikið málið, og ávirka danskan innanríkis politikk, hava vit ikki longur grundarlag fyri at biða danskarar halda seg vekk frá okkara viðurskiftum.

Vit skulu ikki føra loysingarpolitikk á Fólkatingi, sum onkur vil. Tað er spilt orka. Vit fáa vit bara at vita, at vit kunnu fara heim og avgreiða tað í Føroyum og tað av røttum!

Vit skulu heldur ikki ganga við hattinum í hondini og biða um fígging til undirstøðukervi ella annað, sum dregur okkum longur inn undir danska skjúrtuvelið, sum onnur vilja.

Sólvit Nolsø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo