Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í næstum at spyrja limafyritøkur, hvussu lokalu umstøðurnar eru at reka vinnu, har tær eru staðsettar.

Kommunalu karmarnir og tænasturnar hava stóran týdning fyri eini røð av fyritøkum. Kommunurnar hava nógvar ítøkiligar uppgávur, sum hava týdning fyri vinnufyritøkur á staðnum, m.a. vatnveiting, grundøki til vinnulig endamál, barnaansing og eldrarøkt umframt vega- og havnaviðurskiftini.

Men eisini áhugin og hugburðurin hjá kommununi kann hava týdning, serliga um fyritøkur renna seg í ítøkiligar trupulleikar, sum kommunan kann hjálpa teimum við. Tá er gott at vita, at man hevur ein góðan partnara í kommununi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí sett sær fyri at máta hitan á lokala vinnuumhvørvinum og samstundis spyrja vinnufyritøkurnar, hvørji viðurskifti hava størstan týdning.

Í grannalondunum Noreg, Svøríki og Danmark verða kanningar av lokalu umstøðunum gjørdar á hvørjum ári, og í Føroyum er tað á øðrum sinni, at ein slík kanning verður gjørd.

Kanningin leggur dent á lokalu vinnuumstøðurnar og verður gjørd við tí endamáli at betra um samskiftið milllum partarnar.

Framløgan av úrslitinum frá seinastu kanning, sum var gjørd í 2017, kann finnast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo