Rit&Rák: Lesing er avgerandi fyri okkum. Sum børn, sum vaksin, sum menniskju.
Og kanska ongantíð meir enn í dag.
Hetta fara VIT-vertirnir og landsliðsvenjarin í mansfótbólti at tosa um á forvitnisligum tiltaki fyri foreldur, vaksin og onnur áhugað í Rit og Rák 22. oktober kl. 19.
LURTA OG LES - saman
Í dagsins samfelag er tað av alstórum týdningi, at børn og vaksin hava felags upplivingar. Við søgum og bókum sløkkja vit skíggjan og fara í annan heim, har vit læra onnur at kenna og samstundis kenna okkum aftur. Tá ið tú lurtar og lesur saman, gevur tú barninum umsorgan, fjølbroytt orðaval og hugnaligar løtur. Barnaútvarpsvertirnir Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen fara at greiða frá royndum, afturmeldingum, yndisbókum og um týdningin av at lurta og lesa saman við børnum.
Bøkur fyri lívið
Hvønn týdning kunnu bøkur hava fyri okkum gjøgnum lívið? Og hvat kunnu vit fáa burtur úr at lesa? Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari í fótbólti, journalistur og høvundur, greiðir frá sínum persónliga sambandi við bøkur og lesing. Hann hugleiðir um, hvussu bøkur kunnu víðka um sjónarringin, geva íblástur og hjálpa okkum at skilja bæði okkum sjálvi, onnur menniskju og heimin rundan um okkum – eisini í krevjandi løtum, tá ið nógv er upp á spæl.
Tiltakið er sum sagt í Rit & Rák hóskvøldið kl. 19,00 og er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



