Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Grein 52a fyrispurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum, Una Rasmussen, viðvíkjandi Sandoyartunlinum og ferðaætlanini hjá bygdaleiðum í
Sandoynna.

Gleðin um komandi Sandoyartunnilin er ovurhonds stór í Sandoynni, nú dagurin nærkast har koyrandi verður millum Streymoynna og Sandoynna.

Kunningin frá tunnilsfelagnum var jøvn og góð, meðan borað varð, men síðani síðsta skotið, hevur ikki verið nevnivert at frætt hvussu gongst við arbeiðinum.

Vísandi til ovurstóra áhugan í Sandoynni, og aðrastaðni í landinum við, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

- Hvussu gongst við arbeiðinum at gera Sandoyartunnilin lidnan, og nær letur hann upp fyri almennari ferðslu?

- Hvør verður kostnaðurin fyri at koyra gjøgnum tunnilin við ávíkavist persónbili, vøruvogni, lastbili og bussi?

- Hvussu verða Bygdaleiðir skipaðar millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy?

- Hvør verður kostnaðurin at koyra við Bygdaleiðum millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy?

- Hvussu verður farleiðin út í Hest skipað eftir at Teistin gevst at sigla í Sandoynna?

- Hevur landsstýrið ætlanir at skipa Suðuroyarleiðina um Sandoynna, meðan Suðuroyartunnilin verður gjørdur?

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo