Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Fiskavirkisskipanin

Spurningar:
1. Hvussu nógv er útgoldið úr fiskavirkisskipanini seinastu 10 árini?

2. Hvussu stórur partur av hesum er útgoldið til starvsfólk á virkjum í ali- og uppsjóvarvinnuni?

3. Í samgonguskjalinum stendur, at fiskavirkisskipanin skal eftirmetast. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin við hesum arbeiði?

Viðmerkingar:
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á, at stuðulsskipanir sum t.d. fiskavirkisskipanin eiga at verða avtiknar. Tað sama siga summir arbeiðsgevarar í alivinnuni, hóast hesir sjálvir hava starvsfólk í fiskavirkisskipanini.

Vit vita, at ali- og uppsjóvarvinnan eru tær vinnur, sum er mest lønsamar og hava verið tað í fleiri ár. Allíkavæl eru starvsfólk í júst hesum vinnum í fiskavirkisskipanini, sum í roynd og veru betalir fólki fyri ikki at vera til arbeiðis.

Vit hava lægsta arbeiðsloysi í Europa. Okkum tørvar arbeiðsmegi, bæði í privata og almenna geiranum. Hóast trot er á arbeiðsmegi, verða ávísar vinnur stuðlaðar og fasthalda soleiðis arbeiðsmegi í størvum, sum ofta ikki løna seg – samstundis sum skipanirnar forða arbeiðsmegi í at arbeiða í øðrum vinnum ella økjum, har tørvurin er stórur.

Á Løgtingi, 25. mai 2023
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo