Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá eg fyri góðum 20 árum síðani kom inn í politikk, var alivinnan í tungum sjógvi. Onkuntíð stóð so illa til, at alivinnan hevði tørv á stuðli úr landskassanum fyri at møta avbjóðingunum.

Síðani 2003 hevur alivinnan ment seg frá lítlum til at vera okkara størsta einstaka vinna. Umleið 1.800 fulltíðarstørv eru í alivinnuni ídag. Lønargjaldingarnar eru umleið 750 mió. kr. Eitt skjótt roknistykki sigur okkum, at landskassin fær hetta burturúr alivinnuni:

Landsskattur av lønargjaldingum 110 mió

Tøkugjøld 6 330 mió

Pf-skattur 250 mió

Kapitalvinningsskattur 150 mió

Landsskattur av lønum av íløguvirksemi 110 mió

Landsskattur og avgjøld frá veitaravinnum 300 mió

Inntøkur landið frá alivinnuni íalt 1.250 mió

 

Samlaðu inntøkur landskassans fyri 2023 eru í fíggjarlógaruppskotinum mettar til 6,7 milliardir. Hetta roknistykkið vísir okkum, at inntøkur landskassans frá alivinnuni og atknýttum virksemi táttar í 20% av landsins samlaðu inntøkum.

Men tað er ikki nóg mikið, halda nakrir flokkar, sum biðja um veljarans atkvøðu til løgtingsvalið. Teir ætla at hækka tøkugjaldið á alivinnuna við nøkrum 100 milliónum.

Hvørjar verða avleiðingarnar?

Svarið finna við í Noregi. Tí norska javnaðarstjórnin hevur júst lagt høg avgjøld á alivinnuna. Úrslitið er: 100-tals, kanska 1000-tals fólk eru søgd úr starvi. Ætlaðar milliardaíløgur eru steðgaðar. Avleiðingin verður IKKI meiri peningur í norska ríkiskassan. Tí hóast alivinnan verður harðari skattað, so missir staturin skatt frá 1000-tals arbeiðarum umframt skattir og avgjøld frá avleiddum vinnum, sum ikki koma í hús, tí milliardaíløgur ikki verða gjørdar.

Tað sama fer at henda í Føroyum. Tað kann væl vera, at nakrar 100 milliónir verða meiri til landskassan ta fyrstu tíðina í tøkugjaldi. Men mistir skattir og avgjøld frá uppsøgdum arbeiðarum og ikki gjørdum milliardaíløgum fara at gera samlaðu inntøkurnar til landskassan lægri, tá avtornar.

Tað er stokkutur hiti at pissa í buks. Um eg verði valdur á Løgting 8. desembur, fari eg av øllum alvi at virka fyri, at alivinnan framhaldandi sleppur at vaksa og gera neyðugar íløgur. Tað kastar mest av sær til samfelagið alt, bæði arbeiðaran, veitaran, kommunukassan, landskassan og íleggjaran.

Miðflokkurin byggir land.

Vel Miðflokkin

Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo