At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er eyðsýnligt, at summi enn ikki eru vaknað úr dvala til tann veruleikan, at tað finst ein støðugt vaksandi stættamunur í samfelagnum.

Suðuroyingar sita á aftasta beinki, og okur eru aftur og aftur eftirbátur í samfelagnum. Landsins suðurøki forvinnur í miðal minst løn – sí strikumynd niðanfyri. Landsins suðurøki er útihýst á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Tá umræður arbeiðsloysi í Suðuroy, eru okur bátslongdir fremst á skeivari kós. Ja, samanumtikið eru vit stóri taparin í Føroyum – sí strikumyndir niðanfyri.

Ljósið við endan á tunlinum
Okur hava havt góðar politiskar máttir í løgtinginum. Erhard Joensen og jeg bardust sum úlvar á skóg fyri at fáa tunnilsfelag og játtan til tunnilsfelagið.

Okur skulu hava suðurgangangi landsveg.

Tað frættist, at Johnny í Grótinum var búskaparligur ráðgevi fólkafloksins, og hetta kom dátt við. Johnny í Grótinum hevur í almennum sjónvarpi (vegna politiskt óhefta Búskaparráðið) raðfest universitetskampus fyri 1 milliard krónur.

Við ráðgeving frá Johnny í Grótinum skal Suðuroyartunnilin ikki gerast, tí millum annað eitt universitetskampus skal gerast fyrst. Jeg haldi, at hetta er at venda alt á høvdið, tí sum nú er, sleppa 10 % av Føroya fólki ikki at nýta hetta kampussið, tí landsins suðurøki er avbyrgt frá meginøkinum.

Latið okum fáa samfelagið grønari, bílligari í rakstri og raðfesta fólksins trivna.

Við sjálvstýriskvøðum

Kristin Michelsen – valevni fyri Sjálvstýrisflokkin

Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/06/hvussu-stendur-til-i-suduroy/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo