Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vakstrarforum: Í 2030 gevur ferðavinnan tvær milliardir krónur í inntøkum. Av hesum stavar ein milliard frá vinnuferðavinnuni. 

M.a hesir karmar og átøk skulu setast í verk til tess at røkka málinum: 

• Skipa eina professionella event skrivstovu 

• Fáa eina stuðulsskipan til at skipa fyri altjóða tiltøkum í Føroyum

• Samtykkja náttúruverndarlóg, skipa náttúrufyristing og seta í verk náttúrugjald 

• Tað almenna gongur á odda í grøna skiftinum og við at fáa 
umhvørvisgóðkenningar til almennar stovnar og fyritøkur

• Landsstýrið bjóðar Føroyar fram sum vertsland

• Havnin er evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030

Arbeiðið í ferðavinnubólkinum byrjaði á heysti 2021, tá ið Vakstrarforum gjørdi av at raðfesta vinnuferðavinnu sum vakstrarøki.

Løgmaður setti í 2021 Vakstrarforum, sum í hálvtannað ár skal arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í føroyska samfelagnum.

Endamálið er at birta upp undir burðardygga virðisøking í breiðari merking, sum kann betra um og styrkja vælferðina í Føroyum.

Les meir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo