

BirkBlogg: Tá vinnumálaráðharrin ikki hevur win-win vilja og ikki vil bendast, so er gott við eini íslendskari agurk. Har vita tey beint fram, hvat filmur er.
Einaferð Frikki, hin stóri Fridrik Thor Fridriksson, var her saman við høvundanum Einari Kárason at vísa Skytturnar, varð hann spurdur, hvussu filmsgerð byrjaði í Íslandi.
Jú, segði hann á dvøljandi íslandsenskum, sum bara Björk og hann duga, tað var tá Goethe Instituttið, sum var so framsíggið at hava eina íslendska skrivstovukvinnu, bjóðaði Wim Wenders til Reykjavíkar at halda ein fyrilestur um at gera film. So fóru vit at gera film og gera tað enn. Soleiðis er tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo