Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Yrkingaupplestur, rithøvundasamrøður, bókasøla osfr. Bókadagar snúgva seg um, at koma nær at bókmentum og góðu søguni saman við øðrum bókavinum. Eisini nú meðan korona ger um seg og vit skulu halda frástøðu.

Fyri at lúka leiðreglurnar frá myndugleikunum um frástøðu, verða Bókadagar eina heila viku, og ikki bert eitt vikuskifti sum áður.

Harumframt verða fleiri av tiltøkunum stroymd, so um tað ikki er møguligt at koma í Norðurlandahúsið, ber til at fylgja við

heimanífrá. Eisini verður møguligt at keypa nýggju føroysku bøkurnar á netinum uttan at gjalda fyri flutning. Rit og Rák og

Posta bjóða ókeypis útbering alla vikuna meðan Bókadagar eru. Bøkurnar kunnu keypast á ritograk.fo.

Bókadagar verða í døgunum 16. – 22. novembur. Á skránni verður m.a. samrøða við Katrina Ottarsdóttir og Jóanes Nielsen, yrkingaupplestur við Kalpana Vijayavarathan og videosamrøða við finsku Sofi Oksanen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo