Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið: Um allan heim verður á hesum degi varpað ljós á tær stóru avleiðingar, sum royking hevur við sær. Ikki serliga hugalig kunning, nei, tó so kanska kann júst hesin dagur gerast serstakliga jaligur.

Kanska kann hetta gerast dagurin, tá tíni lungu umsíðir fáa frí frá yvirarbeiði ígjøgnum langa tíð.

Hetta kann tykjast óveruligt fyri mong, ið eru bundin av tubbaki.

Tó so, onki er ómøguligt um vit eru fleiri um tað. Hesin dagur kann tí vera eitt gylt høvi at savnast í besta ABC anda og siga, at saman kunna vit leggja av at roykja á ein stuðlandi og meiningsfullan hátt.

Ja kanska verður hesin dagur tín fyrsti roykfríi dagur restina av lívinum.

Les meira um ABC fyri sálarliga heilsu her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo