Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Faroe Islands: Í dag taka Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur ímóti 142 sjálvbodnum, ið fara til verka á tíggju ymiskum verkætlanum kring alt landið.

Eins og undanfarin ár hevur undirtøkan til afturvendandi átakið verið ovurstór. Tá átakið lat upp fyri tilmeldingum, teknaðu 4.300 seg til átakið innan 24 tímar. Av hesum vóru so 100 fólk frá 24 ymiskum londum tilvildarliga vald sum sjálvboðin.

Átakið hevur eisini fingið góða undirtøku í Føroyum, og tey 42 plássini, sum vóru tillutað føroyingum, eru øll tikin. Umframt teir 40 sjálvbodnu føroyingarnar vera starvsfólk frá kommunum og kunningarstovum, jarðareigarar og onnur virkin í ymisku verkætlanunum, umframt øll tey, sum á annan hátt hjálpa. Í alt vera tað áleið 150 fólk, sum á ymiskan hátt fara at gera Closed for Maintenenance til veruleika í 2023.

Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt undanfarnu árini, men eisini eru nýggj støð, sum til dømis í Slættaratindur, Kaldbak og Leirvík. Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

Millum uppgávurnar, sum skulu loysast komandi arbeiðsdagarnar, kann nevnast gøtubygging og umvælingar, varðabygging, útssýnisstøð og uppmerking av farleiðum. Yvirlit yvir verkætlanirnar sæst her: Closed for Maintenance 2023 verkætlanir

Endamálið við Closed for Maintenance er at menna og varðveita ymisk ferðamál, m.a. soleiðis at føroysk náttúruferðavinna í størri mun tekur hædd fyri vernd og trygd. Átakið varpar eisini ljós á Føroyar sum ferðamál og skapar ein einastandandi møguleika at hitta eldhugað sjálvboðin og læra frá hvørjum øðrum.

Av tí, at arbeitt verður á hesum tíggju støðunum heitir Visit Faroe Islands á fólk um at vísa fyrilit og vóna, at tað ber til at útseta gongutúrar á hesum støðum, meðan arbeitt verður komandi tveir dagarnar (21-22 apríl)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo