![Slaettaneskirkja1](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/a/csm_slaettaneskirkja1_5a67496f12.jpeg)
![Slaettanes 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/8/csm_slaettanes_02_a8869202fb.jpg)
![Slaettaneskirkja1](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/a/csm_slaettaneskirkja1_5a67496f12.jpeg)
![Slaettanes 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/8/csm_slaettanes_02_a8869202fb.jpg)
Í dag var barnadópur á Slættanesi.
Fólk við tilknýti til útdeyðu bygdina, sum nýliga eru blivin foreldur, høvdu borið so í bandi, at prestur, faddrar og onnur vórðu førd út við báti, og so var barnadópur hildin í gomlu kirkjuni, sum eisini var brúkt til skúla.
Tað var Maria Summers við Skipá, prestur í Norðstreymi, sum hevði dópin.
Marjun í Kálvalíð, prestur í Vágum, heldur, at hetta man vera fyrsti dópurin á Slættanesi í eini 50 ár.
- Skipað hevur verið fyri Guðstænastu nakrar ferðir seinastu árini, men eg veit onki um nakran dóp har úti í nýggjari tíð, sigur hon.
Skúlin og kirkjan er svarta húsið longst ímóti vinstru á myndini niðanfyri.
Seinastu fólkini fluttu av Slættanesi í 1965.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo