Hóast Charles gjørdist kongur tá mamman, Elizabeth II doyði í heyst, so verður sjálv krýningin ikki fyrr enn í dag.
Tað hendir við almennum hátíðarhaldi í kirkjuni Westminster Abbey í London.
Dagurin byrjar nú klokkan 9 okkara tíð, tá gestirnir úr øllum heiminum koma. Danska kongaríkið er umboðað av Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu.
Umleið klokkan 10.30 koma Charles og Camilla í lokaðum skreytvogni, karet, úr Buckingham Palace til Westminster Abbey. Tey koyra meira enn tveir kilometrar ígjøgnum býin, har fólk væntast at standa framvið vegnum allan vegin fyri at síggja og heilsa uppá nýggju kongshjúnini.
Sjónvarpsstøðir úr øllum heiminum fylgja sum vera man við, eisini Kringvarp Føroya ígjøgnum danska TV2 ella bara enska BBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo