Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-188/2021 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um føroyskt teknmál.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu er støðan hjá føroyskum teknmáli?

2. Hvar kann ein læra føroyskt teknmál, og hvør og hvussu mong læra føroyskt teknmál í løtuni?

3. Eru ætlanir um at styrkja støðuna hjá føroyskum teknmáli í okkara samfelagi, og um ja, á hvønn hátt verður hetta so gjørt?

Svar
Til. 1:
Tað er ilt at meta um, hvør støðan hjá føroyskum teknmáli er yvirskipað. Tað er ikki einans Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum varðar av málsøkinum. Innan málsøkið hjá Uttanríkis- og mentamálaráðið eru teknmálstænastur og samskiftistænastur. Tær eru skipaðar soleiðis, at tær verða verksettar, tá ið ítøkiligur tørvur er á teimum á dagstovnum og í fólkaskúlum. Tað er ein sannroynd, at trot er á teknmálstulkum. Og teknmál er ikki lærugrein á Námsvísindadeildini. Tað eru fleiri sjálvboðið fyriskipað átøk, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið fer at taka við í tilgongdini at finna eina virðiliga loysn, sum tryggjar deyvum og tunghoyrdum teknmálstænastur og samskiftismøguleikar sambært ST-sáttmálanum.

Til 2: Í Føroyum eru nakrir møguleikar at læra føroyskt teknmál, eitt nú í fólkaskúlanum, í frítíðarundirvísingini, hjá áhugafeløgum og privatum fyritøkum, ið bjóða skeið í teknmáli. Tað er torført at meta um, hvussu nógv læra seg teknmál í løtuni. Skúlaárið 2021/22 hevur verið undirvísing í teknmáli í Skúlanum við Streymin. Tá tað kemur til frítíðarvirksemi, so er í inniverandi skúlaári játtaðir 264 tímar, svarandi til 117.744,- kr., til teknmál í frítíðarundirvísingini.

Viðmerkjast kann, at tekn til talu og teknmál er hvør sítt. Tá talan er um deyv børn, har tørvur er á at undirvísa teimum vaksnu, sum eru um barnið, í føroyskum teknmáli, veitir Sernám eisini hesa tænastu.

Sernám hevur havt starvsfólk við førleikum í teknmáli í starvi seinasta árið. Hesa tíðina hava skeið í tekn til talu verið hildin á nøkrum dagstovnum og skúlum, fyri starvsfólkum og nøkrum foreldrum. Harumframt hevur verið undirvíst í teknmáli í einum fólkaskúla.

Sernám hevur eitt ynski um, at hesir fakligu førleikarnir verða styrktir. Í Sernámi eru tey við at førleikamenna fleiri starvsfólk til tekn til talu, fyri at røkka alsamt vaksandi tørvinum. Tað snýr seg millum annað um teknmálstulkatænastur til børn, sum hava fingið coclear implant.

Til 3: Í svarinum til skrivliga fyrispurning frá Rósu Samuelsen í mai 2022 viðvíkjandi mál- og samskiftistrupulleikum hjá børnum og ungum vísti landsstýrsimaðurin á, at:

“Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum hevur tikið stig til felagsfund fyri øllum avvaðrandi pørtum; landsstýrismonnum, aðalráðum, stovnum og áhugfeløgum. Endamálið við hesum átaki er at finna fram til loysnir, so at verandi skipanir møguliga kunnu samskipast ella umskipast, so tað gerst einfaldari hjá tí einstaka barninum/familjuni at fáa røttu hjálpina.”

Føroyskt teknmál er partur av hesum átaki.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo