Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning sambært tingskipanini § 52 a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, frá Djóna Nolsøe Joensen løgtingsmanni um bygningar hjá Almannaverkinum

Spurningar:

1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er bíligari at leiga í staðin fyri at eiga bygningar til borgarar í Almannaverkinum?

2. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum, at Almannamálaráðið í størri mun skal leiga í staðin fyri at byggja ella eiga bygningar til borgarar í Almannaverkinum?

3. Hvussu nógv ár av leigukostnaði tekur tað at rinda kostnaðarprísin fyri bygningin á Stangavegi 53 í Klaksvík?

Svar:

Til 1:
Tá ein loysn skal finnast á einum trupulleika, er ofta neyðugt at viga bæði prís, góðsku og veitingartíð móti hvørjum øðrum.

Tað ber t.d. til at fáa høga góðsku og stutta veitingartíð, men so fer prísurin upp.

Tað ber eisini til at fáa lágan prís og høga góðsku, men so fer veitingartíðin upp.

Tá tað umræður tilboð til fólk, sum hava ein tørv her og nú, so er eyðsæð, at stutt veitingartíð er avgerandi.

Sum støðan er í samfelagnum í dag, er veitingartíðin uppá almennar byggiverkætlanir sera long.

Tá so møguleiki býðst, fyri at fáa eina góða og skjóta loysn á einum akuttum tørvi (leigumál), meti eg tað vera skilagott at taka av, hóast prísurin, um roknað verður yvir eitt langt áramál, møguliga verður hægri, enn um bíða varð í áravís eftir eini aðrari loysn (almenn byggiverkætlan).

Kostnaðurin av at bíða hevði eisini verið, at vit framhaldandi høvdu verið noydd til at skipa dýrar og lítið virðiligar einkultfyriskipanir til teirra, sum hava tørvin her og nú.

Samanumtikið haldi eg, at tað í hesum førinum var bíligari at leiga enn at eiga.

Til 2:
Sum sagt omanfyri, meti eg, at tað í summum førum er skilabest at leiga, meðan tað í øðrum førum kann vera skilabetri at eiga.

Eg haldi, at tað í hvørjum einstøkum føri eigur at verða mett um, hvat er betri í ítøkiliga førinum.

Til 3:
Bygningurin á Stangaveg 53 í Klaksvík hevur ikki staðið til sølu og tískil kenna vit ikki marknaðarprísin fyri bygningin.

Prísurin fyri at byggja líknandi stovnar liggur um 40.000 kr./m2 .

Leigumálið á Stangaveg 53 er umleið 1.400 m2 , og soleiðis kann roknast við, at ein slíkur stovnur hevði kostað 55 - 60 mió. kr. at byggja.

Við tí leigukostnaði, sum er avtalaður fyri Stangaveg, hevði tað sostatt tikið 35 - 40 ár at goldið íløguna aftur, og tá er lánirenta og viðlíkahald ikki íroknað.

Almannamálaráðið, tann 15. september 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo