Eftir eina langa tíð við kava er nú líkt til at eitt skifti er á veg í veðrinum.
Í morgin verður væl lýggjari og tað fer at regna illa. Vindurin veksur longu í kvøld, og serliga fyrrapartin í morgin verður nógvur vindur.
Tað fer at regna illa í allan morgin og partvís eisini týsdagin og mikudagin. Hitin fer at liggja ímillum 5 og 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo