Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 001/2022 til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um trygdarpolitikk

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji málsøki koma, sambært løgmanni, undir trygdarpolitikk?

2. Koma fiskivinna, fiskivinnusamráðingar, fiskivinnusáttmálar og/ella líknandi undir trygdarpolitikk?

3. Hvat samskifti er við donsku stjórnina um uppskotið til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya, sum ætlanin er at leggja fyri tingið í november?

Svar:
Til spurning 1

Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at yvirtikin málsøki eru ein eind, meðan uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur, sum ikki eru yvirtikin, eru ein onnur eind. Sambært heimastýrislógini og yvirtøkulógini er málsøkið uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur eitt av teimum málum, sum ríkismyndugleikarnir taka sær av.

Men trygdarpolitiska økið er ikki statiskt, og flytur seg alla tíðina, so hvørt samfelagið broytist.

Fleiri dømi eru um samfelagsøki, ið áður hava verið mett at vera so avgerandi, at tey hava verið roknað sum hernaðarmál. So hvørt sum tøknin hevur ment seg, verða hesi somu øki ikki longur roknað sum hernaðarmál.

Í sama viðfangi hava vit seinnu árini sæð, at nýggj samfelagsøki hava fingið ein trygdarpolitiskan dám. Eisini málsøki, ið eru á føroyskum hondum.

Tað er ikki altíð, at markamótið millum yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki er so greitt. Málsøkini kunnu vera flættað inn í hvørt annað. Í slíkum ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum.

Í løtuni eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og tí er tað mín greiða fatan, at møgulig ivamál verða loyst í sátt og semju partanna millum. Nýggja samstarvsráðið, ið hevði sín fyrsta fund í Føroyum í summar, er eisini ætlað til at loysa slík ivamál.

Til spurning 2
Nei, tað gera tey ikki. Tey nevndu málsøkini vórðu øll yvirtikin í 1948, tá ið heimastýrislógin varð sett í verk.

Til spurning 3
Tað hevur ikki verið nakað samskifti við donsku stjórnina um uppskotið til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya, ið verður lagt fyri Løgtingið seinni í ár.

Í Tinganesi, 15. august 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo