Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, um um navnalógina og formlig boð til fólkakirkjuna.

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Metir løgmaður tað verða virðiligt, at landsstýrismaðurin í mentamálum drálar við at geva fólkakirkjuni formlig boð um, at prestar skulu kunna skráseta børn hjá sammøðrum, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir?

2. Ætlar løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, at fara inn í málið, soleiðis at børn hjá sammøðrum kunnu skrásetast, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Mál sum eru tvørgangandi millum tvey ymisk stjórnarráð taka altíð sína tíð at avgreiða endaliga. Í løtuni verður umhugsað málsøkisflyting, har tað verður meira eintýtt, hvussu kirkjubókaføring skal skipast í mun til navnalóggávumyndugleikan.

Í Tinganesi, 5. oktober 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo