Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður samregn, hann makar vindin og ættin verður útnyrðingur, hitin um 6 stig.

Týsdagin millum vestan og útsynning men bert millum lot og andøvsgul, sólin sær tað mesta av degnum og hitin um 6 stig.

Mikudagin er hann farin eysturum, tað verður turt og sólglottar og hitin ímillum 4 og 7 stig.

Hósdagin mestsum stilli, ein ond av eystri og landnyrðingi, sólglottar allan dagin og hitin ímillum 5 og 7 stig.

Fríggjadagin melur fleyrið av ymsum ættum, ælaveður, tó eisini løtur við sól, hitin millum 3 og 5 stig.

Næsta vikuskifti verður gott veður, ein ond av ymsum ættum, leygardagin nógv sól men sunnudagin okkurt æli, hitin millum 4 og 7 stig.

Veðurforsøgnin tekur støði í Vága Floghavn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo