

Í næstum verður víðagitna, bretska popstjørnan Gary Glitter leyslatin. Í 2015 fekk hann 16 ára fongsulsreving fyri at hava misbrúkt fleiri børn kynsliga, men nú hann hevur sitið helvtina av dóminum sleppur hann leysur, tí hann hevur sýnt so góðan atburð, skriva fleiri miðlar.
Hann skal tó brúka fótleinkju og hann skal eisini siga myndugleikunum frá, um hann fær nýggj vinfólk sum hava børn yngri enn 18 ár búgvandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo