Minst til at flyta klokkuna ein tíma aftur, áðrenn tú fert til songar í kvøld.
Í nátt, sunnunáttina 25. oktober, endar summartíðin. Tá klokkan verður tvey, verður hon flutt aftur til klokkan eitt, og vit fara aftur til vetrartíð.
Tað merkir, at tey, sum kunnu sova leingi í morgin, fáa møguleika at liggja ein tíma longur. Samstundis verður ljósari um morgunin og fyrr myrkt seinnapartin, roknað eftir klokkuni.
Flestu snildtelefonir og teldur flyta sjálvar klokkuna, men armbandsur, veggjarklokkur og klokkur í eitt nú bilum og køkstólum kunnu krevja eina hjálpandi hond.
Summartíðin byrjar aftur sunnudagin 28. mars næsta ár. Tá skal klokkan flytast ein tíma fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



