![El sukkla](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/El_sukkla.jpg)
![El sukkla](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/El_sukkla.jpg)
Súkklubattarí hjálpa rættiliga nógvum at koma skjótt fram í ferðsluni á sínum elsúkklum, men eldur kann koma í battaríini.
Í New York City hendi hetta seinast síðstu nátt og kostaði eldurin fýra fólkum lívið.
Men tað er ikki fyrstu ferð at slíkt hendir.
Bara í ár eru skrásettir 108 tilburðir av battaríeldum í New York sambært løgregluni í deilstatinum. Og hava hesir eldar kostað 13 fólkum lívið, meðan 66 eru skadd, skrivar DR
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo