Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini síggja vit Mortan Vang, stjóra í MTV-Byggivirki, vinstrumegin, og Kristin Michelsen, borgarstjóri, til høgru

Á myndini síggja vit Mortan Vang, stjóra í MTV-Byggivirki, vinstrumegin, og Kristin Michelsen, borgarstjóri, til høgru

Á myndini síggja vit Mortan Vang, stjóra í MTV-Byggivirki, vinstrumegin, og Kristin Michelsen, borgarstjóri, til høgru

Tvøroyrar kommuna: 9. november 2020 loysti borgarstjórin, Kristin Michelsen, fyrsta flagið á staðnum, har íbúðirnar hjá Bústøðum skuldu byggjast. Lokala MTV-Byggivirki hevur staðið fyri verkætlanini.

Nú eru tær 8 íbúðirnar lidnar og í næstum verður framvísing fyri limunum, ið hava fingið tilboð um møguleikan at leiga. Íbúðirnar hava adressuna Heiðatrøðin 8A-8H og eru í tveimum støddum. Tríggjar eru umleið 65 fermetrar brutto og fimm eru uml. 82 fermetrar.

Tær smærru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, eitt kamar, baðirúm og goymslu. Tær størru hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á 3-4 fermetrar. Tann eina íbúðin er væl egnað til fólk við rørslutarni, annars hava allar íbúðirnar suðurvenda terrassu og góð parkeringsviðurskifti.

Íbúðirnar liggja allar sera væl fyri, við FK sum nærmasta granna, stutt til ítróttarhøll, barnaskúla, dagstovn og vakra náttúru.

Íbúðirnar lúka, sambært Bústøðum, øll nútímans krøv til bústaðarbygging og verða hitaðar við jarðhitaskipan. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.

Tvøroyrar kommuna ynskir Bústøðum hjartaliga til lukku við nýggju íbúðunum og vónar at hetta verður eitt tilboð, ið borgarar í Tvøroyrar kommunu koma til at taka til sín.

Meiri kunning fæst á síðuni hjá Bústøðum, sí her https://www.bustadir.fo/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo