40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Í hesum døgum eru fiskifrøðingar á Havstovuni við á tveimum ICES-stovnsmetingarfundum. Talan er um fundir í bólkunum NWWG (North-Western Working Group) og WGDEEP (Working Group on the Biology and Assessment of Deep-sea Fisheries Resources).

Bólkurin NWWG viðger stovnsmetingar av toski, hýsu, upsa, kongafiski, lodnu og svartkalva í vestara parti av Landnyrðingsatlantshavinum. Stovnsmetingarnar av serføroysku stovnunum tvs. av toski, hýsu og upsa, blíva viðgjørdar í november hvørt ár, men stovnsmetingarnar av felagsstovnum, tvs. av svartkalva og kongafiski, eru til viðgerðar nú. Við á fundinum eru einir 25 luttakarar frá 6 londum.

Bólkurin WGDEEP viðger stovnsmetingar av 30 djúphavsfiskastovnum heilt sunnanífrá Azorunum og norður til Eysturgrønlands og Barentshavið. Flestir av hesum verða viðgjørdir annaðhvørt ár. Fiskastovnar í føroyskum øki, sum verða viðgjørdir í hesum bólki, eru longa, brosma, gulllaksur, blálonga, búrfiskur, stinglaksur og kubbuta langasporl, har av longa, brosma, og gulllaksur vera viðgjørdir á ársins fundi. Við á fundinum eru umleið 27 luttakarar frá 12 londum.

Vanliga fara hesir fundirnir fram í høvuðssætinum hjá ICES í Keypmannahavn, men aftur í 2021 eru fundirnir á netinum, og hetta kemst sjálvandi av corona-farsóttini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo