Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu trýtur ráð
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltskappingin hevur verið meint rakt av koronu seinastu vikurnar, og hópin av dystum eru útsettir, men í Klaksvík eydnaðist í dag at fáa dystin millum oddaliðið Mjølnir og ÍF avgreiddan – og tað var vorðið sum dystur, sum skuldi út í fimm sett, áðrenn avgerðin fall.


Lítið bendi tó á slíkt drama, eftir at Mjølnir hevði vundið burturúr ÍF í fyrsta setti, sum endaði 25-16, men tað var eitt hamskift ÍF-lið, sum fór á vøllin í øðrum setti, og skjótt legði seg framum, og við støðuna 15-9 tóktist ÍF hava settið í pottinum. Men brátt var leiðslan svunnin, eftir at Mjølnir hevði bart seg frá 9-15 upp á 18-19 og 20-21. Men tá mest stóð á, bragdaði aftur hjá ÍF, sum vann næstu fýra bóltarnar og settið 25-10.

Í triðja setti gekk javnt til 7-7, men so dró Mjølnir frá og vann trygt 25-19.

ÍF kom tó fyri seg aftur í fjórða setti, har liðini skiftust um at vera á odda, og javnt var við 6-6, 9-9, 13-13, 18-18 og 20-20, tá ÍF fór tvey stig framum og vann settið 25-22 við einum lobbara frá Arthuri D. Poulsen.

Javnbrótarin var ikki fyri veikar sálir! Bert einaferð var meir enn eitt stig á muni, og soleiðis gekk til 12-12, tá ÍF fyri fyri fyrstu síðan støðuna 3-1, legði seg á odda 13-12. ÍF hevði dystarbólt við 14-13, men servan fór út av vøllinum. Tað sama fór næsta servan hjá Mjølni, so so hevði ÍF aftur dystarbólt við støðuna 15-14 . Drøn-servan legði trýst á móttøkuna hjá Mjølni, og so smashaði Vukasin Nedeljkovic sigurin til Fuglafjarðar.

Mjølnir er framvegis trygt á odda í Føroya Tele-deildini við 20 stigum fyri 8 dystir. ÍF og SÍ eru jøvn við 16 stigum fyri 9 dystir. Fleyr er nummar fýra við 11 stigum fyri 7 dystir. Aftast er Ternan við ongum stigi.

Nummar eitt og tvey spæla FM-finalur fyrst í apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo