Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Kommuna: Seint í fjør, bjóðaðu børnini í Smílikulluni, sum er frítíðarskúlin hjá Vága kommunu, seg til at loysa ein óvana og oyðsl hjá kommununi.

Í síðstu viku, var Bjarni Prior, borgarstjóri, so á vitjan í Smílikulluni. Børnini í frítíðarskúlanum høvdu nemliga valt at loysa uppgávuna við at prýða nøkur krúss til starvsfólkini á kommunuskrivstovuni, starvsfólkini hjá barnaverndini og allar býráðslimirnar.

Øll hava nú fingið sítt egna persónliga krúss við navni á, heldir enn at brúka einnýtis papp koppar. Somuleiðis fáa vitjandi, ið koma á gátt á skrivstovuni á fund, boðið kaffi ella te í einum av hesum krússum sum børnini hava prýtt til gestir.

Tað hevur verið vanligt, at brúka einnýtis papp koppar inni á kommunuskrivstovuni, men tá hugsað verður um umhvørvið er tað ikki so skynsamt. Tí bjóðaðu børnini í frítíðarskúlanum seg fram, at loysa hesa umhvørvis uppgávu fyri kommununi við at prýða nøkur krúss, sum kunnu brúkast aftur og aftur.

Borgarstjórin takkaði børnunum fyri at tey eru so fitt og røsk at hava átikið sær uppgávuna, og harvið eru við til at betra um umhvørvið í kommununi. Afturfyri handaði borgarstjórin teimum eitt gávukort har tey kunnu fara í handilin at keypa sær okkurt gott at hugna sær við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo